NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR
STOVNAR


06-10-2016

Plantingardagur við Stórá

Ver við til at planta trø í heystfrítíðini

Komandi heystfrítíð verður aftur farið undir at planta í nýggju viðarlundini við Stórá.

Higartil hevur verið plantað í tveimum umførum: Á heysti 2015 og í páskafrítíðini í ár. Gott og væl 2000 runnar og trø eru nú plantaði, í stóru ætlanini, sum fevnir um 13.000 m2. Eftir ætlan verða uml. 1000 runnar og trø plantaði afturat í hesum umfarinum.

Tørvur er á sjálvbodnum, ið hava hug til at hjálpa til, bæði stytri og longri tíð og aldur hevur einki at siga – øll eru hjartaliga vælkomin.

Viðrar, verða tey, ið vilja hjálpa, biðin um at møta týsdagin 11. oktober kl. 9:30 í Ítróttardeplinum við Stórá, har ein kaffimunnur er at fáa. Til ber tó eisini at møta seinni. Takið endiliga børnini við.

Á døgurðamáli bjóðar kommunan okkurt lætt til matna og vónin er, at vit fáa ein góðan dag saman, samstundis sum vit fáa nakað væl av skafti býnum til prýði og gleði.

Broytist veðurforsøgnin munandi til tað verra, kann broyting koma í og lýst verður so við tí á Facebook og á heimasíðuni hjá kommununi.

Samskipari er: Lasse Jensen, tlf. 611081.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn