NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR
STOVNAR


18-11-2016

Myndakapping

Á hvørjum ári sendir Tvøroyrar Kommuna jólakort út til viðskiftafólk og starvsfólk. Komandi ár ætla vit at bróta upp úr nýggjum og bjóða við hesum til eina myndakapping.
Vit ynskja at fólk senda myndir inn av okkara vøkru kommunu, so vit fáa eina ørgrynnu av myndum at velja burturúr.
Myndin skal sjálvandi verða av staði í Tvøroyrar Kommunu og skal vera tikin um veturin, so hon hóskar til árstíðina.
Tey, ið taka lut í kappingini, verða við í kappingini um ein døgurða fyri tvey á matstovu á Tvøroyri og um atgongumerkir til nýggjársdansin 2016. Til ber eisini at fáa matin heim.
Myndir kunnu sendast til bn@tvoroyri.fo í seinasta lagi 14. Desember. Vinnarin verður kunngjørdur fríggjadagin hin 16. Desember.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn