NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR
STOVNAR


31-08-2018

Neysting í Suðuroynni er nú veruleiki

Verkætlanin Neysting, ið hevur verið áleiðis eina tíð, er nú vorðin veruleiki. Elin Maria Nolsøe Joensen, Sissal Fosaa og Eirikur Sanderson, hava miðvíst arbeitt fram ímóti at kunna seta bátabólið upp. Týsdagin 28. august varð hetta veruleiki og almenningurin var boðin til móttøku Niðri á Møl í Froðba.

Staðið kundi næstan ikki verið betur valt. Miðskeiðis í serstaka stabbagrótinum í Rókini, byrjar gøtan oman á Møl. Stutti gongutúrurin oman er í sær sjálvur eitt upplivilsi – útsýnið er einastandandi oman yvir vakra plássið.

Fitt av fólki var komið saman fyri at ynskja til lukku og síggja lidna verkið. Á myndunum sæst, at hugskotið er heilt serstakt. Gamla neystið hjá Beini Debes er nú vorðið nakað heilt serstakt í føroyskum ferðavinnuhøpi og longu nú eru onkrar bíleggingar komnar inn.

Bólið er rúmligt og 4 fólk kunnu lættliga sova inni í tí. Elin Maria, ið svav fyrstu náttina í bólinum, sigur, at tað kendist heitari at sova í, enn í einum telti. Bólið er inni í einum neysti og er seymað av føroyskari ull og metir Elin Maria at hetta er orsøkin til, at tað kennist heitari.

Við fyrsta eygnabrái tykist tað, sum um bólið tolir ikki tað stóra, men tá vit vóru á staðnum fæst sjón fyri søgn, at tað ger tað. Fleiri spælandi børn vóru inni í bólinum hesa løtuna og má tað vera ein tann besta royndarkoyringin tílíkt kann fáa.

Fyriskipararnir vóna, at fólk fara at taka møguleikan, fyri at gista mitt í føroysku náttúruni, til sín. Næst á skránni hjá teimum, er at fáa eina bókingarskipan upp at koyra og at fáa sett ein baðiskúr upp. Bókingarskipanin verður nokk skjótt klár, meðan baðiskúrurin verður settur upp komandi ár.

Tvøroyrar Kommuna fegnast um, at verkætlanin nú er vorðin veruleiki og ynskir Neysting bestu eydnu, við vón um eitt framhaldandi gott samstarv.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn