NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR
STOVNAR


18-03-2015

Sólarmyrkingin - túrur niðan á Froðbiarnakk

 
Nú sólarmyrkingin alsamt nærkast, hava vit tikið stig til ein túr niðan á Froðbiarnakk. Froðbiarnakkur er eitt framúr stað til at eygleiða sólarmyrkingina og tað var ikki av tilvild, at enska hervaldið, undir øðrum veraldarbardaga, valdi at uppihalda sær her. 
 
Túrurin verður við tíðindafróðum ferðaleiðara og eftir ætlan verður høvið at fáa sær ein kopp av suppu, tá komið er niðan á toppin.
 
Túrurin verður sjálvandi einans til veruleika, um tað viðrar og kunngera vit tað her á heimasíðuni og á Facebook, um nøkur broyting verður.
 
Túrurin og suppan eru ókeypis, men neyðugt er at melda seg til áðrenn. Sendið ein mail til bn@tvoroyri.fo og sigið frá, um tit koma við. Sum nú er, so byrjar túrurin kl 8:00 og tað verður tí spakuliga myrkari, meðan gingið verður niðan. Viðmælt verður tí at taka eina lummalykt ella pannulykt við. Túrurin er lættur at ganga eftir gamla vegnum, men vegurin er øgiliga grótutur og ansast má tí væl eftir hvar ein stígur.
 
Myndina hevur Bjarni Thomsen tikið og er hon funnin á www.kikarin.com 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn