NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR


01-11-2019

Á flot við M/s Thorshavn – dagføring 1/11

Í morgin kl. 10 stevnir M/s Thorshavn út á Trongisvágsfjørð. Fiskitúrurin, ið Tvøroyrar Kommuna skipar fyri, er fult teknaður – 30 fólk hava boðað frá luttøku og er tað sera gleðiligt.

Sum vit áður hava nevnt, so verður einans farið út, um tað viðrar og sambært veðurstøðunum, so sær tað út til at fara at eydnast í morgin. Veðurstøðirnar siga nakað av vindi av eystri og landnyrðingi, men hetta er sera góð ætt inni á Trongisvágsfirði. Manningin á Thorshavn letur tí heilsa og sigur, at tey, ið kanska óttast sjóverk, nýtast ikki at hugsa um hetta – vit verða inni á fjørðinum, har tað væntandi er slætt. Verður tað keðiligt, so verður túrurin útsettur. Toskarok hevur verið á fjørðinum seinastu tíðina, so væntandi verður eisini okkurt at fáa. Manningin á Thorshavn hevur agn tøkt og nakrar tráður – tó eru ikki tráður til øll og heitt verður tí á fólk um at taka fiskireiðskap við, um tey eiga nakran.

Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum og møta stundisliga – loyst verður frá landi, á Hvítanesi, kl. 10:00. Túrurin er fult teknaður, men okkurt avboð kann altíð koma – tí kunnu tey, ið vóru ov sein at melda til, møta upp á Hvítanesi og vóna at tað verður pláss fyri teimum.

Vit leggja at við molan á Tvørákei uml. kl. 14:00, har møguleiki verður at fáa hjálp til at flekja fiskin. Eisini er tendrað grill tøk, um onkur hevur hug til at grilla fiskin beinanvegin – um so er, mugu fólk hava tilhoyr við sjálvi.

Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum ein góðan túr á Trongisvágsfirði.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn