NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR


19-12-2019

Ársins seinasti gongutúrur, leygardagin

Leygardagin 21. desember verður seinasti gongutúrur í árinum, ið Tvøroyrar Kommuna skipar fyri. Viðrar, verður byrjað í “Nýggja Skúlagarði” kl. 18:00, og Viberg Sørensen er frásøgumaður.

Gingið verður í jólaskrýdda miðbýnum og prátað verður um leyst og fast. Handlarnir í býnum hava opið til kl. 20:00 og upplagt er at fara ein áhugaverdan gongutúr áðrenn, ella eftir seinastu innkeypini til jóla.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn