NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR


09-07-2020

Viðarlundirnar eru eitt prýði fyri kommununa

Í mong ár hava viðarlundirnar í kommununi verið nátúrlig savningarstøð fyri borgarar og vitjandi, ið ynskja at njóta eina friðsæla stund, burtur frá rokaliga gerandisdegnum. Viðarlundin í Trongisvági, “Plantasjan” nevnd millum tey lokalu, var leingi tann einasta, ið minti um veruligan skóg, men seinastu árini er viðarlundin við Sjúkrahúsið, eisini nevnd “Sjúkrahúsplantasjan”, vorðin ein sonn perla, mitt í býnum.

Tílíkt kemur ikki av sær sjálvum! Ikki fyri at gloyma teir/tey, ið plantaðu trøini í sínari tíð, so er tað fyrst og fremst dugnaligu starvsfólkunum í Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu og Skógrøkt Landsins fyri at takka, at viðarlundirnar eru so prýðiligar sum tær eru í dag.

Jákup Leo, sáli, slóðaði undan, við sínum ótroyttiliga arbeiði fyri at fríðka um grønu økini. Nú, og tey seinastu árini, er tað serliga Don Terji Hentze ið saman við starvsfeløgum hevur staðið fyri arbeiðinum at viðlíkahalda og fríðka um viðarlundirnar.

Herfyri hittu vit Don Terja í “Plantasjuni”, til eitt prát. Visit Suðuroy hevði júst latið eitt kort prenta, ið vísir hvørji fuglasløg halda til í økinum. Prýðiliga skeltið er vorðið til eftir hugskotið og tilrættislegging frá Turið Vestergaard í Dali og Eyðfinni Magnussen. Vøkru tekningarnar hevur Astrid Andreasen teknað.

Eitt tað mest forvitnisliga við skeltinum, er ramman kring- og viðabulurin, ið settur er undir tað. Við stórum nærlagni hevur Don Terji tilevnað hetta burtur úr viði úr Plantasjuni. Viðurin kemur av trøum, ið farin eru í ódnunum, ið mangan herja kring oyggjarnar. Don Terji sigur, at sjálv talvan aftanfyri skeltið er frá einari ódn í 2011, ið fór sera illa við trøunum í Trongisvági. Tá vórðu mong trøð sagaði í stykkir, fylt í bingjur og send til Havnar, har Skógrøkt Landsins var so beinasom, at saga hetta í plankar og senda viðin suður aftur, so hann kundi nýtast til ymisk endamál. Viðabulurin undir skeltinum er frá einari ódn í 2019.

Don Terji er væl nøgdur við úrslitið, ið hann, eftir egnum hugskoti, fekk fríar teymar frá arbeiðsformanninum til at gera. Hann sigur, at á henda hátt kunnu trø, ið eftir eitt mannaminni hava verið noydd til at víkja fyri veðurlagnum, framhaldandi tæna einum gagnligum endamáli.

Bæði í Trongisvági og úti á Tvøroyri sæst hegnisliga arbeiðið, ið starvsfólkini í Teknisku Deild hava avrikað og er tað at fegnast um. Tvøroyrar Kommuna er annars tann kommunan, ið næst eftir Tórshavnar Kommunu hevur størsta skógarøkið í landinum.

Nógv verður framvegis gjørt fyri at planta nýggj trø og at gera viðarlundir á Tvøroyri. Eystanfyri gomlu “Plantasjuna” í Trongisvági bleiv nýggj viðarlund gjørd fyri nøkrum árum síðan og eru trøini longu vaksin heilt fitt. Inni í sjálvari “Plantasjuni” verða eisini nýggj trø plantaði, so hvørt sum gomul trø mugu lúta fyri veðurlagnum.

Á Sevmýri vórðu fyrstu trøðini plantaði í november 2018, sum liður í nýggjari viðarlund. 2500 trø vórðu tá plantaði og er hetta sostatt triðja viðarlundin í kommununi og hoyrir hetta eisini inn undir arbeiðsøkið hjá Don Terja Hentze. Sí grein um viðarlundina á Sevmýri https://dagur.fo/planta-fyrstu-troini-i-vidarlund-a-sevmyri.

Við Stórá í Trongisvági, kring økið við fótbóltsvøllin, eru eisini ein ørgrynna av trøum plantaði seinastu árini. Lasse Jensen, ið starvast í umsitingini í Tvøroyrar Kommunu, hevur staðið fyri hesum arbeiðinum. Árligir plantingardagar hava verið, har øll kunnu hjálpa til, eins og Lasse sjálvur hevur plantað sera nógv trø. Verkætlanin við Stórá fevnir um uml. 13000 fermetrar av plantaðum øki og fleiri túsund runnar og trø eru plantaði her. 

Her https://www.facebook.com/tvoroyri , á Facebook-síðuni hjá Tvøroyrar Kommunu, síggjast fleiri myndir.
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn