NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR
STOVNAR


19-03-2021

Bílegg ókeypis plantupakka frá kommununi

Sum liður í umhvørvisvikuni á Tvøroyri, ið er í tíðarskeiðnum 12. til 18. apríl, er nú eisini møguligt hjá borgarunum at skriva seg upp  til ein ókeypis plantupakka.

Pakkin kemur at innihalda runnar, ið hóska væl at planta heima í urtagørðunum hjá fólki. Nærri verður greitt frá seinni, júst hvat slag av runnum talan er um.

Øll eru vælkomin at senda teldupost til tvoroyri@tvoroyri.fo og upplýsa navn, bústað, telefonnummar og teldupostadressu. Freistin at bíleggja runnar er fríggjadagin 2. apríl kl. 15:00.

Tvøroyrar kommuna

(GG! Tilvildarlig mynd)
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn