HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR
STOVNAR


14-03-2018

Enn ein nýggjur handil á Tvøroyri

Blái Krossur letur upp endurnýtsluhandil á Tvøroyri

Nú í morgin, tórsdagin 15. mars, letur nýggjur handil upp á Tvøroyri. Tað er Blái Krossur Føroyar, ið hevur keypt bygningin, har Jamies áður helt til, ið letur upp endurnýtsluhandil.

Vit hittu Jórun Petersen til eitt prát um handilin og framtíðarætlaninar. Jórun hevur, saman við Bergljót Enni og Harriet Niclasen, staðið fyri arbeiðinum við at rigga handilin til og at fáa vøruna til høldar. “Nógvar góðar, lokalar kreftir hava hjálpt okkum við at mála, smíða og øðrum fyrifallandi og nógv fólk hava meldað seg at standa í handlinum sjálvboðið”, sigur Jórun.

Í hugnaliga handlinum hongur ein ørgrynna av klæðum – gentuklæðir, kvinnuklæðir, barnaklæðir og mangt annað. Til felags fyri alt er, at tað snýr seg um lutir, ið eru lætnir inn til endurnýtslu.

Jórun sigur, at áhugin fyri endurnýtslu er stórur. Her finnist okkurt til øll, fyri einhvønn pengapung og handilin hevur verið í umbúna í eitt gott ár. Sjálvandi skulu nógvar fyrireikingar til, áðrenn ætlanin gerst veruleiki, men nú tað er komið hartil, at handilin skal lata upp, er Jórun spent at vita hvussu móttøkan verður, tí fólk hava víst sera stóran áhuga.

Samstundis sum Blái Krossur letur handil upp, so er ætlanin við hølunum eisini at taka ímóti endurnýtsluklæðum og, í minni mun, lutum. Jórun sigur, at nú lata tey upp, so síggja tey við tíðini hvussu tørvurin sýnir seg at verða her á staðnum og tillaga seg tí. “Vit umhugsa eisini at byrja at taka ímóti øðrum lutum, so sum búnýti, smáum møblum og øðrum, men beint nú mugu vit sjálvandi eisini hugsa um hvat vit hava pláss fyri”, sigur hon.

Alt verður sjálvandi ikki selt, men tað gleðiðiga er, at her er endurnýtsluringrásin næstan fullkomin. Okkurt av tí, ið ikki verður selt, verður gjørt til klútar at nýta á eitt nú skipasmiðjum og umborð á skipum, meðan okkurt verður latið til Reyða Kross, ið sendur klæðini av landinum, til støð, har tørvur er á tí.

“So at siga alt, ið verður sýnt fram í handlinum á upplatingardegnum, kemur úr endurnýtsluhandlinum í Runavík og onkur klæðir úr Suðuroynni verða eisini send norðeftir”, sigur Jórun. Við tíðini er so ætlanin at vørur úr øllum landinum koma at mynda hillarnar í nýggja, forkunnuga handlinum í hjartanum á Tvøroyri.

Gongst eftir ætlan, so fer Blái krossur at víðka um virksemi teirra. Aðalskrivarin í Bláa Krossi, Dakko Petersen, hevur víst stóran áhuga fyri hesum arbeiðinum og nevnir í innbjóðingini, ið eitt nú Tvøroyrar Kommuna hevur fingið, at ætlanin er eisini at fara undir fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Suðuroynni.

Í morgin kl. 15 eru øll hjartaliga vælkomin til móttøku. Kaffi og okkurt afturvið verður at fáa og børnini fáa ballónir.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Bláa Krossi hjartaliga vælkomnan á Tvøroyri og ynskir bestu eydnu við virkseminum.

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn