Í dag er sannur hátíðardámur á havnarlagnum á Tvøroyri. Varðin Pelagic, virkið ið brendi í grund hin vanlukkuliga dagin, 9. Juni 2017, verður alment tikið í nýtslu í dag. Byrjað verður kl. 16:30, tá móttøka verður fyri innbodnum gestum. Gestirnir fáa eina rundvísing á risastóra og hátøkniliga virkinum og eftir tað bjóða Varðin Pelagic til ein góðan bita í Salt í Ørðavíkarlíð.
Inni á virkinum verður dúgliga stákast fyri at alt skal vera so snotiligt sum gjørligt. Samstundis er stórt virksemi á havnarlagnum og aðrastaðni inni á virkinum, verða nýggjar maskinur settar upp og hølir gjørd klár.
Jupiter er í ferð við at leggja seinastu tonsini av makreli upp, meðan Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu liggja á vestara armi á djúphavnini, við ávíkavist 1.100 og 1.500 tonsum, ið teir komu inn við í gjárkvøldið. Í innsiglingini liggur Suðringur, ið landaði 75.000 pund, einamest av blálongu, her á Tvøroyri í gjár. Mitt í rokanum liggur 97.7 m. langa Belbeck og tekur ímóti lidnari vøru frá Varðanum Pelagic.