Borgaratænastan hjá Tvøroyrar kommunu vegleiðir borgaran og avgreiðir umsóknir og fráboðanir av ymsum slag. Og í ávísum málum virkar deildin sum millumliður millum borgaran og aðrar partar av fyrisitingini.

Tú kanst seta teg í samband við borgaratænastuna við at ringja á tel. 611085 ella senda ein teldupost til tvoroyri@tvoroyri.fo 

Tú kanst eisini støkka inn á gólvið í borgaratænastuni mánadag til fríggjadag millum kl. 9.00 - 15.00