Eldri

1. januar 2015 bleiv eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita, og er í dag skipað undir Bú- og heimatænastuna í Suðuroy (BHS).

BHS er ein kommunalur stovnur við egnum stjóra, sum hevur tilvísing til eitt stýri, sum telur 9 persónar. Í stýrinum eru allir borgarstjórarnir í Suðuroynni fastir limir, umframt at tær kommunur, ið hava fleiri enn 1.000 íbúgvar (Tvøroyri og Vág) velja hvør eitt umboð afturat.

Bú- og heimatænastan hevur yvirornað ábyrgdina av tænastunum til eldri borgarar í allari oynni. 

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy er í løtuni skipað við hesum leiðslutoyminum

Heri Norðberg, stjóri í Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
Teldupostur: herin@bhs.fo  
Tlf: 793501

Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðari fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
Teldupostur: daimik@bhs.fo 
Tlf: 793503

Jóna E Larsen, deildarleiðari á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi
Teldupostur: jonal@bhs.fo 
Tlf: 793535

Beinta Virgarsdóttir, deildarleiðari á Sambýlinum í Vági og útiøkinum Suður
Teldupostur: beintav@bhs.fo 
Tlf: 793530

Bergljót Ludvig, deildarleiðari  á Hamragarði
Teldupostur: bergljotl@bhs.fo 
Tlf: 793505

Ann J. Thomsen, deildarleiðari á Sambýlinum í Hvalba og útiøkinum Norður
Teldupostur: annjt@bhs.fo 
Tlf: 793581

***

Løgtingslóg um eldrarøkt ásetur ma. eisini at kommunur kunna seta á stovn eldraráð, sum skal 
tryggja, at borgarar í størst møguligan mun hava møguleika at verða hoyrdir, tá týðandi umskipanir, bygnaðarbroytingar o.t. verða framdar, sum hava ávirkan á tænastuna í økinum.

Eldraráðið fyri bú- heimatænastuna í Suðuroynni er samansett av:

  • Jeanna  í Lágabø, Vágur, forkvinna
  • Finnleif Guttesen, Tvøroyri, næst formaður
  • Marianna Jacobsen, Tvøroyri
  • Ásbjørn Berg, Hov, peningarøkil
  • Elinborg Nolsøe, Sumba, skrivari
  • Súsanna Niclasen, Hvalba
  • John Jensen, Porkeri
  • Elitha Hjelm, Vágur

Eldraráðið er rágevi hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, og er millumliðið í samskiftinum millum eldru borgarnar í Suðuroy og Bú- og Heimatænastuna. Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at royndir og vitan hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.

Les meira um tænastur og tilboð á eldraøkinum á heimasíðuni
>>>hjá BHS