Vit framleiða stórar mongdir av burturkasti í Føroyum, og tí er tað týdningarmikið, at vit handfara tað á ein ábyrgdarfullan hátt.
Vi arbeiða fyri at tryggja, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari.
Burturkasttrappan vísir okkum, hvussu vit skulu handfara burturkast fyri at verja umhvørvið og fyri at leingja um livitíðina á virðismiklum tilfeingi. Trappan hevur fimm trin, sum verða raðfest frá tí mest umhvørvisvinarliga til tað minst umhvørvisvinarliga:
Fyribyrging: Tað allarbesta fyri umhvørvið er at fyribyrgja, at burturkast verður framleitt. Hetta gert tú við at vera tilvitað/ur um nýtsluvanar og innkeyp, og at velja góðskuvørur við longri livitíð heldur enn einnýtisvørur.
Endurnýtsla: Tú kanst gleða onnur við at lata innbúgv, klæðir, byggitilfar v.m., sum tú ikki longur brúkar, til onnur at endurnýta. Endurnýtsla sparir bæði tær og umhvørvinum tíð, tilfar, orku og pengar.
Endurvinning: Tá ið vit endurvinna burturkast, nýta vit tilfarið í burturkastinum til at gera nýggjar vørur. Tilgongdin skal sjálvandi ikki vera dálkandi.
Orkuútvinning: Tá ið burturkast verður brent, ber til at gagnnýta hitan frá brenningini til fjarhita. Tískil er betri at brenna burturkast enn at tyrva tað.
Tyrving: Niðasta stig á trappuni er tyrving, og hetta er, tá ið burturkastið verður grivið niður. Tá ið vit tyrva burturkast, fáa vit ikki gagnnýtt tilfeingið í burturkastinum. í útlondum kann tað eisini umfata at brenna burturkast uttan orkuvinning.