Ásetingar um burturkast, innlating, reinhald o.t.
Almennar ásetingar
1. Hendan reglugerð er galdandi fyri ruskplássið hjá Tvøroyrar Kommunu
2. Reglugerðin ásetur reglur fyri atburð hjá viðskiftafólki á ruskplássinum.
3. Endamálið við reglugerðini er at hava góðan ordan á ruskplássinum, herundir:
a. At galdandi reglur fyri skiljing av burturkasti verða virdar, so at burturkast verður
koyrt á rætta stað og í røttu bingjurnar.
b. At fyribyrgja dálking av burturkasti ella øðrum, og fyribyrgja, at rusk rekst á økinum.
c. At alt burturkast, sum kemur inn á plássið, kemur til høldar og at einki fer av aftur
økinum.
d. At trygd og arbeiðsumhvørvi verður sett í hásæti, bæði hjá starvsfólkum og
viðskiftafólki.
4. Boð og ávísingar frá starvsfólkunum skulu aktast, ella kann viðkomandi burturvísast.
5. Brot á hesar reglur kann viðføra burturvísing og at málið verður meldað til løgregluna.
6. Tvøroyrar Kommuna kann krevja útreiðslur, t.d. til rudding, reingerð ella skiljing av burturkasti,
endurrindaðar frá viðkomandi, ið brýtur hesa reglugerð.
Klunsing
7. Tað er strangliga bannað at klunsa, t.v.s. at taka lutir/burturkast úr bingjum ella av økinum, ella at flyta lutir úr einum akfari í annað inni á økinum. Brot á hesa áseting hevur við sær
burturvísing.
Ásetingar um atgongd
8. Einans borgarar úr Tvøroyrar kommunu, ið skulu lata inn burturkast, hava atgongd til
ruskplásssini.
9. Ikki er loyvt at vera á ruskplássinum eftir at liðugt er at avskipa burturkastið.
10. Ikki er loyvt at vera á plássinum uttanfyri upplatingartíðirnar.
11. Børn hava einans atgongd saman við vaksnum.
12. Tikið verður einans ímóti privatum burturkasti. Burturkastið skal vera í akførum við eini totalvekt á í mesta lagi 3500 kg.
13. Burturkast skal vera skilt og avskipast í røttu bingjurnar sambært galdandi skiljiskipan, sum er
ávíst á skeltum við bingjurnar. Í ivamálum ber til at spyrja starvsfólk á plássinum.
14. Starvsfólkini á plássinum luttaka ikki í avskipingini, men hava eftirlit og veita vegleiðing.
15. Burturkast má ikki elva til dálking, aðra óhumsku ella órudd á økinum. Tað er bannað at fráseta
ella tveita burturkast aðrastaðni enn í bingjurnar ella uttanfyri økið.
16. Húsarhaldsburturkast, lívrunnið burturkast o.t. skal vera í lokaðum bingjum ella afturlatnum
sekkjum, og væta má ikki seyra frá.
17. Burturkast, sum kann fúka, t.d. flamingo, pappírstrimlar o.t., skal vera í sekkum ella tílíkum, so
tað ikki fýkur.
18. Urtagarðsburturkast skal koyrast úr sekkjum o.t., áðrenn tað verður lagt á ávísta økið.
19. Vandamikið burturkast skal skal vera merkt og vera í afturlatnum ílati.
20. Dálkað mold og asbest kann ikki latast inn á ruskplássið, men skal latast beinleiðis til IRF í
Trøllavík.
21. Lutir at brenna mugu ikki vera størri enn 2 m langir ella 1x1 m.
22. Viðskiftafólk skulu rudda og sópa eftir sær. Til ber at læna kust og skovl. Ásetingar um ferðslu og trygd
23. Tað skal koyrast varliga og vísast fyrilit fyri øðrum vitjandi og starvsfólkum.
24. Akfør mugu ikki leka olju ella aðra vesku.
25. Motorurin skal steðgast og hondbremsan vera uppi, áðrenn farið verður úr bilinum.
26. Akfør skulu frásetast, so tey ikki tarna ferðsluni á økjunum.
27. Ikki er loyvt at fara upp á, niður í ella inn í bingjur.
28. Nýtsla av rúsandi løgi ella evnum er bannað á ruskplássinum