Niðanfyristandandi arbeiðir kunnu gerast uttan byggiloyvi, við teimum treytum sum eru nevndar og treytað av:
- at ásetingar í byggisamtyktum verða yvirhildnar (herundir fríøki)
- at ásetingar í skeytinum verða yvirhildnar
- at ásetingar í Bygningskunngerðini (BK17) verða yvirhildnar
Tað er ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Eru ivamál ella spurningar, eigur tann sum byggir at venda sær til kommunala byggimyndugleikan.
Umsókn um byggiloyvi skal kortini altíð sendast, um:
- serstøk byggisamtykt er galdandi fyri økið, har bygt verður
- bygt verður í neystaøki, øki til frítíðarhús, húsvognar og tjalding
- bygt verður í økjum sum krevja loyvi frá øðrum myndugleikum – td. framvið landsvegi og í økjum sum koma undir náttúrufriðing.
Fráboðast skal á kommunuskrivstovuni um ætlaða bygging eftir hesi vegleiðing.