Vegleiðing til at byggja hús í Tvøroyrar Kommunu

  1. Søk um Byggiloyvi:

    • Rita inn á Vangan við Samleikanum. Um tú ikki hevur skrásett teg, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

      Søk um byggiloyvi

  2. Áðrenn tú byggir:

    • Kanna byggireglugerðina, serliga BK17, sum inniheldur týdningarmiklar ásetingar fyri bygging. Sí Lógir og reglur

  3. Finn byggisamtyktir:

  4. Kanna byggilinjur og friðingarlinjur:

    • Títt grundstykki kann vera fevnt av byggilinjum og friðingarlinjum, sum kunnu seta mørk fyri tína bygging. Hesar linjur kunnu vera ásettar av ymiskum myndugleikum, t.d. av Landsverki. Sí www.kortal.fo og vel kortlagið "Byggilinjur (Landsverk)".

  5. Ger eina fullfíggjaða umsókn:

    • Tín umsókn skal týðiliga lýsa arbeiðið, sum skal gerast, og innihalda allar neyðugar tekningar og upplýsingar. Tekningarnar skulu vera mátfastar og innihalda øll neyðug mál. Sí yvirlitið Tekningar.

  6. Send umsóknina:

    • Um tú hevur trupulleikar við at nýta talgildar tænastur, kanst tú lata tína umsókn inn á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri.

  7. Meðan byggingin fer fram:

    • Minst til at boða byggimyndugleikunum frá, áðrenn tú fert í gongd við at byggja. Um broytingar henda í verkætlanini, skalt tú eisini boða myndugleikunum frá.

  8. Tá byggingin er av:

    • Tá byggiarbeiðið er liðugt, skalt tú boða Teknisku deild frá.