Tvøroyrar kommuna bjóðar eina fjølbroytta og mennandi tænastu til børn og ung. Vit hava dagstovnin Mýrifípan, Tvøroyrar Skúla, forskúlan Gluggin, frítíðarskúlan og Tvøroyrar Bókasavn. Ungdómurin kann eisini njóta góðar løtur í Ungdómshúsinum Pakkhús 4. Vit leggja stóran dent á at veita eitt trygt og stimbrandi umhvørvi, har børn og ung kunnu mennast og trívast.