Gluggi merkir “op/hol í vegginum” ella “vindeyga”, og myndaliga sagt er tað gjøgnum gluggan, at børnini fáa eyguni upp fyri verðini, t.v.s. at tey síggja og skilja alsamt meira av lívsins viðurskiftum. Tey gerast búgvin. Gluggin er eisini mark millum tað, sum er inni og úti. Í glugganum eru tey á markinum millum trygga barnagarðslívið, sum tey kenna, og ókenda skúlalívið, sum er spennandi og avbjóðandi, men eisini ótrygt, tí tey hava ikki lært at fóta sær í nýggju verðini enn. Árið í forskúlanum Glugganum er skiftistíðin, ið skal geva børnunum frið og náði at vera á markinum, fara yvir um mark og venda aftur inn um mark.
Arbeiðið í forskúlanum Gluggin verður sambært kunngerðini um skipan og læring í forskúla frá 2013. Børnini fáa avbjóðingar, so tey kunnu menna sítt forvitni, skapanargleði, sosialu førleikar og hugin at læra. Dagurin og innlæringin verður í stóran mun skipað sum ein leikandi tilgongd til menning og læring.
Heimasíða: Gluggin
Lærari í Glugganum verður Juanita Schrøter Holm, ið er úr og býr í Hvalba. Juanita er útbúgvin lærari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya í 2014. Hon hevur millum annað starvast í skúlanum á Argjahamri og í Hvalbiar skúla. Fyrstu tíðina í skúlanum á Argjahamri var hon við, tá forskúli var stovnaður har, so hon hevur umframt nógvar aðrar viðkomandi royndir, eisini royndir úr forskúla. Juanita hevur millum annað eisini verið leiðari fyri barnaundirhaldi umborð á Norrønu.
Námsfrøðingur í Glugganum verður Karin Kristina Eysturberg, ið er av og býr á Tvøroyri. Karin Kristina er útbúgvin námsfrøðingur á UCSJ í Roskilde í 2014. Karin Kristina hevur, áðrenn hon og familjan fluttu heim aftur til Føroya, eitt nú starvast í eini rørsluvøggustovu. Karin Kristina hevur eisini royndir úr Útibarnagarðinum á Tvøroyri, har børnini á dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu hava gingið síðsta árið, áðrenn tey eru farin í fyrsta flokk; tað vil siga júst hesin sami aldursbólkur, ið nú byrjar í forskúla.