ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan hjá Fólkaheilsuráðnum, sum Tvøroyrar kommuna eisini luttekur í.
Endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum. Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, ið ger lívið vert at liva. Tað hevur eins stóran týdning at ansa eftir og varðveita góða sálarliga heilsu, eins og tað hevur týdning at ansa eftir kropsligu heilsuni.
Til ber at lesa meira um ABC fyri sálarliga heilsu á
heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum.
Virkin Tvøroyri er ein Facebook-bólkur, hvørs endamál er at eggja fólki til at vera "virkin - saman og hugbundin", ið er hugtakið handan ABC-verkætlanina hjá Fólkaheilsustýrinum, ið Tvøroyrar kommuna er samstarvsfelagi í.