Skattur og gjøld í 2023

Skattaprosentið og barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarna ár, 20,9% og kr. 7.000,- fyri hvørt barni.

Virðiskortið, ætlað ungdóminum úr 0 til 18 ára aldur, verður framhaldandið kr. 2.000,-. 

Viðvíkjandi barnaansingini er kostnaðurin hin sami fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mnd. 1.900,-, 2. barnið kr./mnd. 1.600,- og ókeypis fyri 3. barni og hareftir.

Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at í 2023 verður forskúlatilboð sett á stovn. Kostnaðurin fyri fyrsta barni verður kr. 700,-/mðr. og at goldið verður fyri 11 mðr. Forskúlaskipanin verður umfatað av galdandi avsláttarskipan hjá Tvøroyrar kommunu fyri ansingarøkið