FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


19-12-2019

Kyndlarnir verða gjørdir 28. desember

Sum siðvenja er, so verða øll boðin við, til at gera kyndlarnir til ársins nýggjárshald á Tvøroyri. Eins og í 2018, so gongur hetta fyri seg í húsunum hjá Tvøroyrar kommunu, á Hvítanesi – har heilsølan hjá Poul Hansen áður helt til. Nýggjársnevndin sigur, at lagt verður til brots leygardagin 28. desember kl. 16:00. Øll, ið hava áhuga, eru hjartaliga vælkomin at møta upp. Okkurt gott til matna og  drekkandi afturvið, verður boðið luttakarunum.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn