FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


04-04-2021

FRÁBOÐAN UM HÁLKU

 Tekniska deild fráboðar í kvøld, at útgerðin, sum verður brúkt at salta vegin fyri at fyribyrgja hálku, ikki virkar sum henda skal, og tí kann vantast, at vegirnir kring um í kommununi ikki vera saltaðir sum ætlað, nú kavi og hálka aftur ger um seg.

Tvøroyrar kommuna mælir tí øllum bilførarum til at vísa serligt varsemi og koyra varliga. Eisini verður heitt á fólk til gongu, um at ansa sær, nú kuldi og kavi hevur lagt um alt landi.

Tvøroyrar kommuna, Tekniska deild
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn