FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


16-04-2021

Áargøta 25 ár

GG! 

Áargøta 25 ár – túrurin útsettur til í morgin kl. 15:30
Vegna veður, er túrurin á Áargøtu útsettur til í morgin, leygardagin 17. apríl, kl. 15:30.

 

 
Í morgin, fríggjadagin 16. apríl, verður hátíðarhildið, at 25 ár eru liðin síðan Áargøta varð tikin í nýtslu. Henda snotiliga og væl vitjaða gøtan framvið Stórá er til stóra gleði fyri borgarar í Tvøroyrar kommunu, eins og vitjandi úr nær og fjar brúka hana dúgliga.

Heili 25 ár eru liðin síðan arbeiðið varð liðugt, eftir at eldsálir høvdu gjørt sítt allarbesta fyri at skapa hesa gøtu, ið gongur gjøgnum náttúruvakra landslagið inn gjøgnum dalin í Trongisvági.

Í morgin kl. 17:00 hittast vit við byrjanina av Áargøtu, við Stórá. Turið Vestergaard í Dali verður frásøgufólk á túrinum, ið gongur vestur í “Plantasjuna”. Í Plantasjuni bjóðar Jónleyg Bech, forkvinna í Trivnaðar- og Umhvørvisnevnd Tvøroyrar býráðs, vælkomin. Síðan fer Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini og kendur úr mongum áhuguverdum sendingum í Kringvarpinum, at siga nøkur orð um Áargøtu og týdningin av henni.

Øll eru hjartaliga vælkomin við á túrin. Tvøroyrar kommuna bjóðar ein kaffimunn og okkurt afturvið, ið Brekkucatering stendur.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn