FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


27-04-2021

Nýggjur animatiónsfilmur frá Fólkaheilsuráðnum

Fólkaheilsuráðið hevur í dag almannakunngjørt ein nýggjan 3D animatiónsfilm. Filmurin er knýttur at verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Í filminum síggja vit tveir figurar, sum vísa, hvussu ein kann gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum, við at fylgja boðskapunum um at vera virkin, saman og hugbundin. Filmurin er fyri øll, um tú ert ungur ella eldri, hevur góða sálarliga heilsu ella minni góða sálarliga heilsu.
Tvøroyrar kommuna er við í ABC-verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum og meira verður at frætta um samstarvið, komandi tíðina.
Sí stuttfilmin her : https://www.youtube.com/watch?v=QVZNSQG93hU



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn