FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


10-05-2021

Tvøroyrar kommuna leitar eftir leiðara til ungdómshúsið Pakkhús 4

Tvøroyrar kommuna leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til ungdómshúsið Pakkhús 4, at byrja 1 juni 2021. –ella skjótast gjørligt.

 
 

Pakkhús 4 er staðið har børn og ung møtast fyri at hugna sær og hitta onnur í einum umhvørvi skipa eftir SSP samstarvinum. Her kunnu ung spæla spøl, læra ymiskt handaligt, spæla tónleik, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum og mangt annað. -Kommunan ynskir eisini at endurskoða innihaldið og virksemið í  ungdómshúsinum, har í m.a. tíðina húsið er opið og virkið, og verður tú sum leiðari við til at skipa fyri hesum.

Útbúgving, royndir og førleikar:

·        viðkomandi útbúgving, kann vera ein fyrimunur

·        er blíð-/ur, fyrikomandi, nærlagdur-/nærløgd, røkin, álítandi og góð samstarvsevnir

·        hug, evni og dáma væl at arbeiða við børnum og ungum

·        hevur hugsjónir og áhuga innan ungdómsarbeiði

·        royndir innan ungdómsarbeiði er ein fyrimunur

Uppgávu v.m.:

·        skapa tryggleika og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka

·        skipa fyri tiltøkum, ið hóska til ymisku aldursbólkarnar

·        hava áhuga í, og vera opin fyri, einum fjølbroyttum gerandisdegi

·        at samstarva um nýggj hugskot, børnunum at frama

·        at virka fyri, at reglugerðir viðv. trygd, reinføri og ruddiligheit kring húsið verða yvirhildnar

·        kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og duga væl at samskifta við børn og vaksin

Ungdómshúsið kann m.a. bjóða:

·        eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum

·        ein gerandisdag í hugnaligum hølum í søguligum nærumhvørvi

·        umframt leiðaran, eru 3 hjálparfólk knýtt at ungdómshúsinum, ið starvast í skiftandi vaktum

Setanar- og lønarviðurskifti:

·        talan er um fast starv frá 1. juni 2021 -ella skjótast tilber

·        talan er um starvstíð 1.0  svarandi til 39.5 tímar um vikuna -leiðarin skal tola at arbeiða um kvøldi og um vikuskiftir

·        starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið, flokk. 6

·        tilvísing til kommunustjóran

Umsókn:

Umsóknin saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. mai 2020 kl. 12.00, og sendast til frodi@tvoroyri.fo  –merkt “Leiðari Pakkhús 4”  -Eisini kann verða biði um revsiváttan-

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Amy Bech, fíggjarleiðara, á telefon 226013 ella Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 781122.

 
Pakkhús 4 er opið 4 gerandisdagar um vikuna (Mán.-Týsd.- Óns.-& Tórs.) frá kl. 13.00 til 18.00 fyri yngri børnum, og frá kl. 19.00 til 23.00 fyri teimum eldru børnunum. Harumframt kann vera skipa fyri tiltøkum í  vikuskiftinum. (Broytingar kunna henda í virkseminum og  tíðunum húsið er opið)
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn