FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


03-06-2021

Vitjan úr Vestmanna

Í dag hevði Pakkhús 4, ungdómshúsið á havnarlagnum, vitjan úr Vestmanna. Ungdómshúsið í Vestmanna gongur undir heitinum “Staðið”.

Staðið heldur til miðskeiðis í bygdini, beint við omankoyringina til havnalagið. Tilboðið er galdandi fyri tey 13-18 ára gomlu, men í kommununi hevur verið tosað um, at tørvurin er størri og at víðkað eigur at verða um tilboðið, soleiðis at tað eisini er galdandi fyri tey frá 3. flokki og uppeftir.

Í hesum sambandi var í dag vitjan av dagliga leiðaranum á Staðnum, Pauli Magnussen og Rúnu Ingunardóttir, ið Vestmanna Kommuna hevur sett til at kanna og gera eitt tilmæli um, hvussu eitt tílíkt tilboð kann setast í verk. Tey bæði høvdu fyrst vitjað í ungdómshúsinum í Vági, áðrenn tey løgdu leiðina til Tvøroyrar.

Teimum báðum dámdu sera væl umstøðurnar í Pakkhús 4. Rúna segði, at tað var sjónligt at tað kreativa er í fokus í húsinum og at allir hentleikar eru til staðar. Hóast har var nógv virksemi, so var eisini eitt rúm til tey, ið heldur vildu taka sær av løttum og vera fyri seg sjálvi. Rúna mátti rósa Estrid Kristensen, leiðara í Pakkhús 4 – har sást at ein verulig eldsál stóð fyri dagligu gongdini!

Rúna og Magnus vóru bæði avgjørd um, at tað kreativa íkastið av Pakkhús 4, var avgjørt nakað, ið tey kundu taka við sær til Vestmannar.

Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri og Fróði Mortensen, kommunustjóri, vóru eisini til staðar og tosað varð um kommununar leiklut og framtíðarætlanir her á staðnum. Nevnt varð eisini, at ein vitjan til Vestmannar eisini var uppløgd, tí tað er altíð gott at síggja hvussu onnur skipa seg á økinum.

Tvøroyrar kommuna takkar “Staðnum” fyri vitjanina og sendir tey bestu ynskini fyri framtíðina.

 
Mynd: Saman við fittu børnunum í PH4 hava vit frá vinstru: Fróði Mortensen, kommunustjóri, Rúna Ingunardóttir, Pauli Magnussen, leiðari á Staðnum, Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri og Estrid Kristensen, leiðari í Pakkhús 4.
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn