FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


23-06-2021

Tvøroyrar kommuna fingið átalu frá LUM

 

Álit viðvíkjandi klagu um málsviðgerðina hjá Tvøroyrar kommunu av tilboði uppá at reka kantinuna í ítróttarhøllinií Trongisvági og av innlitsumbøn.

Niðurstøða hjá LUM -Løgtingsins umboðsmanni:
Hendan klagan snýr seg um tvey viðurskifti. Tað fyrra er, um málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu av útbjóðingini av rakstrinum av kantinuni í ítróttarhøllini í Trongisvági var nøktandi, og tað seinna, um viðgerðin av innlitsumbøn klagarans var røtt. 

Samanumtikið er niðurstøðan hjá LUM -Løgtingsins umboðsmanni henda:
LUM fer samanumtikið at geva Tvøroyrar kommunu eina átalu fyri handfaringina av útbjóðingini av rakstrinum av kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági og av innlitsumbønini frá klagaranum. Eisini fer LUM biðja kommununa um at taka innlitsmálið uppaftur til nýggja viðgerð, bæði hvat viðvíkur spurninginum um at nokta innlit og hvat viðvíkur spurninginum um gjald fyri avrit av skjølum. 

Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu tekur niðurstøðuna hjá LUM viðv. innlitsumbøn av málinum “Útbjóðing av rakstrinum av kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági” til eftirtektar, og hevur viðgjørt hesa av nýggjum. 

Umsitingin ásannar, at tað var ikki rætt atborðið samb. Kunngerð nr. 198 frá 15. desember 1993 um gjald fyri avrit og fotoavrit eftir lógini um innlit í fyrisitingina, at krevja gjald á kr. 27,- frá kærara fyri margfaldan av skjølum, og samstundis ikki útflýggja kærara hesi skjøl, men bert lata hesi til lesnað. Umsitingin hevur tí avgjørt av nýggjum, at útflýggja kærara innlit í øll skjøl í málinum 20/00399 –”Útboð av rakstri av kantinuni í ítróttarhøllini”, samb. LL nr. 133 frá 10. juni 1993 innlit í fyrisitingina.

Viðv. avgerðini hjá Tvøroyrar býráð hin 28.01.2021, um at fylgja tilmælið hjá innstillingarbólkinum, at halda fast við tað tryggu og kendu loysnina, við sama loyvishavara, sum hevur rikið kantinuna í 15 ár, og sum hevur virkað soleiðis, at virksemið í kantinuni verður avmarkað og tillagað til tørvin í Skúla- og ítróttardeplinum, eins og hetta hevur verið gjørt í seinastu 15 árini, verður henda býráðssamtyktin ikki broytt, og stendur við, vísandi til at:

LUM staðfestur at eginrættarligar gerðir fella uttanfyri avgerðarhugtakið sambært fyrisitingarlógini. Eftir mínari meting er tað, at kommunan velur eitt tilboð í eini útbjóðing fram um eitt annað, ein eginrættarlig gerð hjá Tvøroyrar kommunu, og er hendan avgerð tí ikki fevnd av fyrisitingarlógini. Hetta viðførir, at eg ikki kann viðgera, hvørt avgerðin hjá kommununi, um val av vinnandi tilboði, var ein røtt avgerð. 

 

Tvøroyrar kommuna hin 21. Juni 2021

Fróði Mortensen, kommunustjóri

 
 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn