FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


02-07-2021

Ung í arbeiði aftur sjónlig í býarmyndini

Eins og siðvenja er, so verður aftur í ár skipað fyri átakinum “Ung í arbeiði”. Her er møguleikin hjá ungdómi okkara at forvinna sær nøkur oyru í summarfrítíðini, samstundis sum hann er við til at fríðka um býin.

Yvir 20 umsóknir komu inn í ár og er arbeiðið deilt út á 5 vikur. Søkt varð eftir einum arbeiðsformanni til tey ungu og fall tað Bergi Jacobsen í lut. “Eg eiti Bergur, eri 69 og havi ongantíð fyrr verið við í Ung í arbeiði”, lat skemtiliga úr honum, tá vit prátaðu við hann. Eftir nærum 50 ár sum sjómaður fyrst við trolarum, síðan við m.a. skipum hjá Maersk, sum maskinmeistari, hevur Bergur nú takkað fyri seg og er vorðin pensjóneraður. Bergur sigur, at eftir stutta umhugsanartíð takkaði hann ja til starvið og hann hevur ikki angrað tað. “Tey ungu eru ótrúliga røsk, hugagóð og fitt at hava við at gera”, segði hann.

Í Ørðavíkslíð hittu vit 5 ungar mans, ið hugagóðir hampaðu gamla kirkjugarðin, ið varð brúktur, áðrenn tann undir Akurgerði varð tikin í nýtslu.

17 ára gamli Bartal er við í átakinum fyri 2. ferð og dámar honum arbeiðið sera væl. Hann byrjaði í síðstu viku og var sostatt við í toyminum, ið fríðkaði býin til jóansøkuna. Millum annað slóu teir gras, trýstspulaðu, ruddaðu og gjørdu annars ymiskt fyrifallandi, ið veruliga sást aftur í býarmyndini á jóansøku. Bartal fer at søkja um arbeiði á Delta Seafood, tá “Ung í arbeiði” er liðugt. Bartal gongur høgt upp í fótbóltin eisini og tí vil hann hava eitt arbeiði, ið hóskar til venjingartíðirnar hjá honum. Ataná hugsar hann um at fara í læru.

Búi, 15, er við fyri fyrstu ferð og honum dámar væl betri at fara upp um morgunin og til arbeiðis, enn í skúla. Hann skal í 9. flokk eftir summarfrítíðina og sá átakið sum eitt gott høvið, til at forvinna sær nøkur oyru í summar.

Emil, 16, er eisini við fyri fyrstu ferð. Eins og Búi, so heldur Emil eisini at tað er stuttligari at fara til arbeiðis, enn at fara í skúla. Í august byrjar hann í 10. flokki og hann droymir um at forvinna sær so mikið av peningi, at hann fær keypt sær eina Playstation 5.

Oddmar, 16, er við fyri aðru ferð. Eins og Bartal, so er Oddmar íðin fótbóltsleikari og savnar hann saman til nýggjar fótbóltsskógvar, ið skulu vera serliga góðir – og ivaleyst eisini kosta hareftir. Hann fer at halda fram við at arbeiða eftir summarferiuna og ynskir eisini eitt starv, ið ger tað møguligt at passa fótbóltsvenjingina.

Petur er 16 ára gamal og er við fyri fyrstu ferð. Eftir summar fer hann niður til Svendborg, har hann hevur fingið lærupláss sum elektrikari. Honum dámar eisini sera væl arbeiðið og er glaður fyri møguleikan at forvinna sær nøkur oyru.

Bartal Mortensen var eisini við í toyminum í síðstu viku, men hann er farin av landinum og fáa vit tí ikki hann við á myndina.

 

Í núverandi kirkjugarði undir Akurgerði var eisini rokan í fjørðini. Her rokaðust tey fýra, ið eisini ganga í flokki saman í skúlanum, Bjørk, 16, Fljóða, 16, Sandra, 15 og Mikal, 15 ár. Saman við gravaranum, Frits Mortensen, royndu tey at hampa um tann eftir hondini, sera stóra kirkjugarðin.

Bjørk, úr Trongisvági, er við fyri fyrstu ferð og er, eins og hini 3, byrjað í hesi vikuni. Henni dámar sera væl arbeiðið og roynir hon at savna sær nøkur oyru saman, til eina nýggja telefon. Bjørk fer til Danmarkar eftir summarfrítíðina, har hon fer at taka 10. flokk á Haslev Idrætsefterskole.

Fljóðu dámar eisini væl arbeiðið, ið sambært henni ger, at ein sleppur at “smakka til vaksnamannalívið”. Í næstum byrjar hon at arbeiða á Varðanum Pelagic, har hon ætlar at arbeiða í eitt hálvt ár, áðrenn hon fer á Ítróttarháskúla í Vági.

Sandra fer, eins og Fljóða, fyrst at arbeiða á Varðanum og síðan til Vágs á ítróttarháskúla. Henni dámar eisini sera væl tilboðið til tey ungu, frá Tvøroyrar kommunu.

Mikal fer í 10. flokk í Tvøroyrar skúla, í august. Hann hevur ikki tær stóru framtíðarætlanirnar júst nú, men hann er fegin um møguleikan at forvinna sær nøkur oyru. Tey koma væl við, tí týsdagin fer hann ein túr til Danmarkar.

 

Á Traðarvegi halda henda dagin 5 fittar, ungar damur til. Rúna, 17, er við í átakinum fyri 3. ferð og dámar tað avbera væl. Koyrikortið nærkast og tí er tað av stórum týdningi hjá henni, at savna sær eitt sindur av peningi saman. Hon hevur eisini arbeitt í Bónus á Tvøroyri.

Hjørdis, 16, er fyri stuttum komin heim aftur, eftir at hava verið á húsarhaldsskúla í Klaksvík. Hon fegnast um átakið og fer eftir summarfrítíðina á miðnámsskúla í Porkerishaganum. Tað sama ger Julia, 17, ið eisini fer á miðnámsskúla.

Rakul, 17, er við fyri 2. ferð. Hon sigur at hon “manglar pengar” og “Ung í arbeiði” er ein frálíkur máti at gera nakað við trupulleikan. Hon fer eisini á Miðnámsskúlan í Suðuroynni, eftir summar.

16 ára gamla Ingrid hevur verið virkin seinasta tíðarskeiðið. Tá hon varð liðug á Ítróttarháskúlanum í Vági í november 2020, for hon á Delta Seafood at arbeiða. Nú hon hevur feriu frá Delta, er hon farin at royna seg í Ung í arbeiði, ið hon hevur roynt einaferð áður.

 

Øll tey ungu eru á einum máli um, at tað hevur riggað stak væl við Bergi sum arbeiðsformanni. Hann er skemtingarsamur og vinarligur og tey kenna seg væl viðfarin.

 

Tað er hugaligt at kommunan eigur so hugagóðan ungdóm og ger hetta, at kommunan á hvørjum ári, við góðum treysti, setir pening av og bjóðar teimum ungu tilboðið. Ungdómurin er framtíð okkara og tað er okkara skylda at hjálpa teimum fram á lívsins leið.

Vit takka fyri prátið og ynskja Bergi og teimum ungu alt tað besta.

 
Fleiri myndir eru at síggja á Facebook-vanganum hjá Tvøroyrar kommunu, her 
 
 
 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn