FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


09-07-2021

Frásøgn um CISV-leguna á Tvøroyri

CISV-lega hevur verið á Tvøroyri og vit hava fingið hesa frásøgnina frá fyriskiparunum:
------------------------------
Í farnu viku veittraði CISV-flaggið í Tvøroyrar skúla
Skúlin er farin í summarfrí, men í farnu viku var kortini lív í Tvøroyrar skúla, tí tá skipaði CISV í Føroyum fyri legu fyri føroyskar CISV-arar. Yvir hálvthundrað børn í aldrinum 10 til 16 luttóku á leguni. Í tvey ár hava føroysk børn og ung ikki havt møguleika at luttikið á altjóða CISV-legum, tí hesar hava verið avlýstar, so hetta var eitt kærkomið høvi at spæla, stuttleika sær, syngja og hugna sær saman í røttum CISV-anda.
CISV hevur verið virkið í Føroyum síðan 1978, og mong eru tey, ið hava luttikið á altjóða legum og øðrum tiltøkum hesi árini. Fleiri legur eru eisini hildnar í Føroyum, millum annað var ein altjóða CISV-lega fyri 11-ára gomul í Trongisvágs skúla í 1998 og ein altjóða CISV-Summer Camp (eitur í dag Step Up) í Tvøroyrar skúla í 2012.
CISV varð sett á stovn við endamálinum at virka fyri friði og rættvísi í heiminum, og tá er besti hátturin at byrja við børnunum. ”Building Global Friendship”, stendur á búmerkinum, og hetta sæst aftur í nærum øllum virksemi felagsins. CISV arbeiðir tó ikki einans altjóða, sum hendan legan eisini er eitt dømi um.
Roynt varð at fáa hesa leguna at líkjast eini CISV/Village eitt sindur. Tað ber sjálvandi ikki heilt til, tá talan ikki er um eina legu í fýra vikur við altjóða luttøku, men dagsskráin líktist nakað, og nógv av spølunum/sangunum eru vanlig á CISV-legum. ”Leaving on a Jetplane”, Kiitos og Pony Song kenna øll, ið hava verið á CISV-legu; bæði í Føroyum og uttanlands.
Tá CISV skuldi finna eitt stað at hava leguna, fall valið skjótt á Tvøroyri, tí CISV fleiri ferð fyrr – umframt tær báðar altjóða legurnar, ið eru nevndar omanfyri – hava hildið vikuskiftislegur fyri tey, ið skulu ella hava verið á altjóða legum, her á staðnum, so umstøðurnar vóru kendar.
Legan eydnaðist væl! Gott veður, gott lag, fitt børn, góð hjálp – tá kann tað einans enda væl, og tað gjørdi tað!
”Okur eru sera takksom fyri alla hjálp í samband við leguna. Takk til Tvøroyrar kommunu, skúlaleiðslu og húsavørð fyri vælvild og lán av skúla, til vaskifólkið fyri gott samstarv og ikki minst til tey, ið hjálptu til í køkini, og tey, ið bakaðu okum lekrar bollar og køkur.” CISV Føroyar
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn