FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


25-08-2021

Svimjihøllin stongd frá 1. september

Komandi tíðina verða stórar umvælingar og dagføringar gjørdar í svimjihøllini á Tvøroyri.
 
Í hesum sambandi verður svimjihøllin stongd frá ónsdegnum 1. september og til arbeiðið er liðugt. Væntandi tekur arbeiðið uml. 2-3 vikur og verður tað lýst við tí, tá høllin letur upp aftur. 
 
Miðskeiðis í oktober verður aftur umvælingararbeiði á skránni og nærri verður lýst við hesum tá.
 
Umsjónarmaðurin. 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn