Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini.
Til jólar 2021, eru hølini tøk frá mánadegnum 20.desember til og við sunnudagin 2.januar 2022 frá kl.08.00 til kl.24.00
LEIÐREGLUR -Heitt verður á øll um at fylgja tilmælini frá Heilsumyndugleikunum at fyribyrgja smittu við Covid-19: Sí her
Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost við navni og telefonnummari til tvoroyri@tvoroyri.fo ella ring til tlf. 611085
Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum góðan lestrarhug.