FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


26-11-2021

Tvøroyrar kommuna samtykt Fíggjarætlanina fyri 2022

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi tórsdagin 25. november einmælt fíggjarætlanina fyri 2022, sum javnvigar við kr. 117.12 mió. í mun til kr. 97.6 mió., undanfarna ár.

(Mynd Leivur Nygaard)  
Inntøkurnar frá persónsskatinum, avgjøldum og afturberingini av eldratænastuni taka støði í metingunum frá Taks og Gjaldstovuni.
 
Rakstrar útreiðslur av kommunala rakstrinum, eru settar ájavnt við mettu útreiðslurnar og framrokning frá fyrstu 10. mnd. 2021.
 
Raksturin av Bú- og heimatænastuni og Barnaverndar tænastuni eru eftir meting og framrokning av fyrstu 10. mnd. 2021. 


Fíggjarætlanina 2022:

Skattaprosentið og barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarna ár, 20,9% og kr. 7.000,- fyri hvørt barni. Virðiskortið, ætlað ungdóminum úr 0 til 18 ára aldur, verður framhaldandið kr. 2.000,-.  Barnasansingini viðvíkjandi, verður kostnaðurin hin sami fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mnd. 1.900,-, annað barnið kr./mnd. 1.600,- og ókeypis fyri triðja barni og hareftir. Kostnaðurin fyri útibarnagarðspláss kr./mnd. 1.800,- og frítíðarskúlapláss kr./mnd. 1.200,-

Inntøkur:

Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til kr. 86,7 mió, svarandi til eina øking á kr. 1,96 mio javnt við 2,26% í mun til FÆ2021. Inntøkurnar av persónsskatti eru kr. 65,4 mió, partafelagsskatti kr. 2,0 mió. Skattur av kapitaleftirlønum og av DIS og FAS er mettur til kr. 22,4 mió. 

 
Rakstur:

Rakstrarútreiðslurnar eru kr. 80.047 mió, svarandi til kr. 2.9 mió hægri enn í 2021, svarandi til 3,8%.

 

Mettu samlaðu rakstrarútreiðslurnar á 80.05 mió.kr. svara til ein vøkstur á 3,8% samanborðið við FÆ2021. Størstu hækkingar í rakstrinum stava frá øktum útreiðslum í samband við økt barnatal í ansingini í barnagarðinum og serliga vegna øktar útreiðslur til BHS, Bú- og heimatænastuna.

Íløgur:

Ætlanin er at fremja íløgur til umleið kr. 37,1 mió, í mun til kr. 19,1 mió í 2021, svarandi til eina øking 93,7%. Íløgurnar vera fíggjaðar av rakstraravlopinum, innistandandi og lántøku á kr. 24 mió. 

 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn