FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


05-01-2022

Støðugur fólka- & inntøkuvøkstur og burðaravlop

Støðugur fólkavøkstur, fyrsta burðaravlop síðan 2016 og vøkstur í skattainntøkunum 

Nú árið 2021 er farið aftur um, hava vit hugt at tølunum frá Landsfólkayvirlitinum og er tað sera positivur lesnaður fyri Tvøroyrar kommunu.

31. desember 2021 búðu 1770 borgarar á Tvøroyri, í mun til 1744 1. januar sama ár. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 26 borgarar, ella 1,49%. Vøkstur hevur verið síðan 31. desember 2019, tá 1707 borgarar vóru á Tvøroyri, svarandi til 63 fólk.

Sammeta vit við fólkatalið 31. desember 2015, so eru vit vorðin heili 79 fleiri borgarar, tí tá búðu 1691 fólk í kommununi.

Fyri allar kommunur í Suðuroynni síggja fólkatølini soleiðis út (1. januar 2021 / 31. desember 2021)

Fámjin, 86/84 = -2,33%

Hov, 97/102 = +5,15%

Hvalba, 669/679 = +1,49%

Porkeri, 319/317 = -0,63%

Sumba, 350/356 = +1,71%

Tvøroyri, 1744/1770 = +1,49%

Vágur, 1389/1380 = -0,65%

 

Burðaravlop fyri fyrstu ferð síðan 2016

Eitt annað, ið avgjørt er at gleða seg um, er at vit seinasta árið hava havt eitt burðaravlop á 6. 14 eru farin og 20 eru fødd.

Ilt er at spáa um, hvussu 2022 fer at hilnast, men ábendingar eru um, at góða gongdin við fólkatalinum fer at halda fram, tí á fólkayvirlitinum eru tey vitandi um fleiri, ið hava ætlanir um at seta búgv í kommununi.

 

Vøkstur í skattainntøkunum

Tað sæst eisini aftur í skattainntøkunum, at fólkavøkstur er í kommununi. Seinastu tølini frá Taks til kommununar fyri 2021 samanlagt vísa, at Tvøroyrar kommuna hevur havt ein vøkstur í skattainntøkunum, svarandi til 3,53% - svarandi til 2,26 milliónir.

Fyrbilsskattur fyri januar og desember samanlagt, sær soleiðis út frá Taks:

 
 
 

Avbjóðingar á barnaansingarøkinum

Tá burðaravlop er og barnafamiljur flyta til, so kann hetta geva avbjóðingar á barnaansingarøkinum og er tað eisini støðan í dag, sigur Kari Petersen, leiðari á ansingarøkinum hjá Tvøroyrar kommunu.

Vit hava áður havt grein um at plásstrot var í barnagarðinum Mýrifípan og at útibarnagarðurin tí mátti flyta í onnur høli. Sí her

Nú er útibarnagarðurin fluttur og uml. 25 børn hava sína dagligu gongd har. Nýggj vøggustova er tískil tikin í nýtslu í Mýrifípuni og 12 børn byrja har, frá nú av og fram til mai – alt børn fødd her á staðnum. Kari sigur, at eftirspurningurin á ansingarplássi er framvegis vaksandi. Fleiri børn eru í kommununi, ið enn ikki eru uppskrivaði, men tað væntar Kari fer at koma so við og við ígjøgnum árið.

Sigast má, at síðan nýggi barnagarðurin varð tikin í nýtslu, hevur tað veruliga sett gongd á tilfyting av barnafamiljum til kommununa og er tað at fegnast um.

Skattaprosentið og barnafrádrátturin á Tvøroyri fyri ár 2022 verður tað sama sum í 2021 nevniliga 20,9% og kr. 7.000,- fyri hvørt barnið.
Umframt hetta letur Tvøroyrar kommuna virðiskort til øll børn og ung úr aldrinum 0 til 18 ár á kr. 2.000,-, ið er ætlað sum stuðul til luttøku- og limagjald innan mentan og ítróttarvirksemi.
Gjøld fyri barnaansing eru tey somu fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mn. 1.900,-, annað barnið kr./mn. 1.600,- og ókeypis fyri triðja barnið og hareftir.

 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn