FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


08-01-2022

Mýrifípan -tillagingar nú korona ger um seg aftur

 
Tórsdag 6. jan. var staðfestur ein smittu tilburður av Covid í barnagarðsstovuni Akkuleya í Mýrifípuni, har uml. 20 børn og 4 starvsfólk hava sína dagligu gongd.
 
Fyri at fyribyrgja, at smittan spjaðir seg um allan stovnin, varð avgjørt beinanvegin at steingja Akkuleya og senda starvsfólk og børn heim, ið halda til á Akkuleya.
  
Avgjørt varð eisini at heita á øll starvsfólk, foreldur og børn í Mýrifípuni um at lata seg testa fyri Covid, og ikki at møta í Mýrifípuni, fyrr enn tey hava staðfest eina negativa Covid test.
 
  
Fyri at kunna tillaga og planleggja arbeiðið í Mýrifípuni, nú Covid aftur ger um seg, verður heitt á øll foreldur, so skjótt sum tilber at fráboða stovnsleiðaranum, Kari Petersen á tlf. 218737, um tey ella børn teirra eru testað positiv fyri Covid.
 
Víst verður annars til almennu Corona ráðgevingina her 
 
Tvøroyrar kommuna
Mýrifípan 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn