FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


30-08-2022

VÆLVERUVENJINGARNAR BYRJA AFTUR

Tvøroyrar kommuna bjóðar aftur í ár væl umtóktu vælveruvenjingarnar fyri borgarar 65+ ár, og verða tær sum vant í skúlahøllini í Trongisvági. Fyrsta venjingin verður í dag, týsdagin 30. august og vant verður 2 ferðir um vikuna: Týsdag og tórsdag frá kl 16.00-17.00. Gudrid Nolsøe, fysioterapeutur, og Birita Thomsen, ergoterapeutur, standa fyri venjingunum . Vant verður eftir tilmæli frá Sundhedsstyrelsen um venjing fyri 65+
Eftir hvørja venjing verður frukt og vatn at fáa. Løtan aftaná er kærkomin at fáa sær eitt prát í hugnaligari samveru.
Tvøroyrar kommuna er við í ABC-verkætlanini fyri sálarligari heilsu, hjá Fólkaheilsuráðnum. Lesið meir um verkætlanina og fylgið við tiltøkunum her
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn