FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


16-09-2022

Víðkaðar upplatingartíðir á ruskplássinum

Ruskplássið undir Akurgerði, ið vanliga hevur verið opið 3 dagar um vikuna, víðkar nú um upplatingartíðina.

Frá mánadegnum 19. september verður opið 6 dagar um vikuna. Hetta verður gjørt í einu royndartíðarskeiði og verður hetta so endurmett fyrst í komandi ári.

Sera nógv trýst hevur verið á móttøkuni, einamest leygardagar, men við nýggja átakinum verður vónað, at nýtslan javnar seg út yvir alla vikuna. Vónandi taka borgararnir væl ímóti broytingunum

Vanligt hevur eisini verið at hava eyka opið, tá slaktið er í hond, men nú gjørligt verður at sleppa av við burturkastið 6 dagar um vikuna, verða tíðirnar ikki broyttar tá slaktið byrjar.

Opið verður soleiðis, frá mánadegnum 19. september :

Mánadag – fríggjadag kl. 16:00 – 19:00

Leygardag 14:00 – 19:00




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn