FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


19-09-2022

Lívbjargari til svimjihylin á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum lívbjargara til svimjihylin á Tvøroyri at byrja 1. oktober 2022, ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur:

  • at arbeiða sum lívbjargari, herundir taka lut í vaktarskipan
  • at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
  • at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
  • at rudda høll, brúsudeild, v.m.

Aðrar uppgávur kunna vera:

  • at samstarva um nýggj hugskot, kundanum at frama
  • at taka lut í svimjihallarteknikki, so sum klorroyndir, PH-royndir v.m.
  • at taka lut í ymiskum røktararbeiði
  • at avgreiða atgongugjøld

Førleikar:

  • hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga. (Lívbjargingarskeiðið kann verða tikið til starvið)
  • hevur góð samstarvsevnir
  • er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
  • hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
  • hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)

Setanar- og lønarviðurskifti:

  • arbeitt verður í einari skiftisskipan. -sum partur av toymi, 3 lívbjargarar og 1 vaskifólk, har lívbjargarar arbeiða í eina viku og hava frí í 2 viku. -Arbeitt er sostatt niðursetta tíð svarandi til 0,15
  • lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, lønarflokkur 2
  • tilvísing til tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu
Áhugaði eru vælkomin at ringja til umsitingina hjá Tvøroyrar kommuna fyri at hoyra nærri um starvið. -tlf. 611085.

Umsóknin saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. september 2022 kl. 12:00. 

Svimjihylurin er vanl. opin hesar tíðir:  (Broytingar kunna tó henda)

 
 

Týsdag

16:00 - 19:00.  (3.t)

Tórsdag

16:00 - 19:00.  (3.t)

Fríggjadag

17:00 - 20:00.  (3.t)

Leygardag

13:00 - 17:00.  (4.t)

Sunnudag

08:30 - 10:30.  (2.t)

 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn