FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


05-12-2022

Tvøroyrar kommuna bjóðar lesandi, lestrarhølir um jólini

Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini. Hølini, í Skúlahúsinum í Gamla skúlagarði, eru rúmlig, hava internet og til ber at gera sær ein kaffimunn.
Til jólar 2022, eru hølini tøk frá ónsdegnum 21.desember til og við sunnudagin 1.januar 2023 frá kl.08.00 til kl.24.00
LEIÐREGLUR
• Ábyrgdarpersónurin fær lykil til hølið og kann læna lykilin út alt eftir hvør ynskir at nýta hølini
• Úthurðin skal til eina og hvørja tíð vera læst, eisini tá fólk eru inni í skúlanum!
• Vinarliga nýtið innskógvar!
• Hølið skal haldast reint og ruddiligt.
• Burturkast skal beinast í ruskspannir ella takast heim við til hús.
Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost við navn og telefonnummar til tvoroyri@tvoroyri.fo ella ring til tlf. 611085
Góðan lestrarhug.
Tvøroyrar kommuna
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn