Tvøroyrar Skjalasavn, ið varð sett á stovn í 2018, er í støðugari menning. Tilfar floymir inn hvørja einastu viku og teir báðir, Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, gera sítt ítarsta fyri at fylgja við og skráseta rúgvismikla tilfarið.
Afturat sær hava teir ung, lesandi, ið hjálpa til við at sortera tað innkomna, áðrenn tað verður skrásett. Savnindini eru mong og ikki bert úr Tvøroyrar søgu. Eitt nú kann nevnast, at alt tilfar frá Føroya Fiskimannafelag liggur á goymsluni hjá Tvøroyrar Skjalasavni.
FÓLKALÍVSFRØÐINGUR Á SKJALASAVNINUM
Í løtuni hava ein fólkalívsfrøðingur (antropologur) úr Århus og tveir lesandi av Setrinum eisini sína dagligu gongd á Skjalasavninum á Tvøroyri.
Jeanette Lykkegård starvast á Århus Universitet og hevur PhD í antropologi. Afturat vanligari undirvísing á universitetinum, so luttekur hon eisini í gransking, nevnd «Nordatlantiske hverdagshistorier», har roynt verður at savna áhugaverdar søgur frá Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Hon gleðir seg til at læra meiri um lívið í Føroyum og serliga í Suðuroynni. Hon vónar at hitta fólk, ið hava hug at fortelja henni teirra lívssøgu og kanska bjóða henni til at síggja teirra familjugoymslu av skjølum og myndum og tann vegna hoyra og síggja teirra søgur. Hon vónar eisini at sleppa túrar í haga við staðkendum fólki, ein túr á flot, til gudstænastu og annars bara sleppa at luttaka í tí, ið vit her takast við. Hon strembar eftir at finna út av, hvat tað er, ið veruliga merkir nakað fyri okkum, ið búleikast her á oynni.
Til ber at lesa meiri um verkætlanina her https://veluxfonden.dk/da/project/nordatlantiske-hverdagsfortaellinger og her https://cas.au.dk/aktuelt/nyheder/nyhed/artikel/hverdagsfortaellinger-fra-norden. Jeanette er eisini at finna á Facebook og hon vónar at hoyra frá suðuroyingum.
STARVSLÆRUPRAKSIS Á SKJALASAVNINUM
Teir báðir, Tróndur Jákupsson Højgaard og Jógvan Ólavsson eru báðir úr Havn, lesa søgu á Setrinum og eru í gongd við at savna inn tilfar og skriva uppgávu.
Tróndur gjøgnumgongur rúgvismikla tilfarið á savninum og roynir at finna út av, hví bert føroyingar sigldu fisk til Bretlands undir krígnum og ikki íslendingar.
Jógvan granskar í hvat førdi til, at suðuroyingar í 1934 slitu frá Føroya Fiskimannafelag og stovnaðu Suðuroyar Fiskimannafelag. Her kemur tilfarið frá Føroya Fiskimannafelag, ið sum áður nevnt liggur á Tvøroyrar Skjalasavni, væl við.
Teir hava verið á savninum í 3 vikur og skulu vera har alla heystjálvuna. Orsøkin til at teir homu til Tvøroyrar var, at teir høvdu fingið tað viðmælt av Onnu Paulinu Leo, ið undirvísir teir á Setrinum. Hon kendi næming, ið hevði verið á savninum og læt væl at.
Báðir halda, at tað er spennandi at koma burtur frá vanligu rammunum á Setrinum og at royna nakað nýtt.
Teir lata sera væl at umstøðunum og hjálpini teir fáa á savninum. Teir eru glaðir fyri at hava Kára og Jens Paula á staðnum, tí teir eru hollir í ráðum. Teir siga eisini, at teir hava ilt við at skilja hvussu tveir mans hava megnað at savnað so nógv saman og skrásett so nógv, ta hóast alt stuttu tíðina savnið hevur verið til.
KÁRI OG JENS PAULI VÆL NØGDIR
Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsø eru glaðir fyri at fáa nýtt og eisini ungt fólk á savnið.
«Hetta er sætti sáttmálin vit hava við Setrið”, sigur Kári. Tað Kári sipar til, er, at tá lesandi koma til Tvøroyrar Skjalasavn at skriva uppgávu, so verður ein sáttmáli gjørdur við Setrið og hesir eru so við Søgu- og Samfelagsdeildina.
«Hesi ungu hugsa annaleiðis enn vit og eru kringari á teldunum. Tað er stuttligt at kunna læra frá sær, men sanniliga eisini sjálvir at kunna læra», siga teir báðir. «Tey ungu eru katalysatorar og geva íblástur», sigur Kári at enda.
Um lesandi vilja í samband við Tvøroyrar Skjalasavn, ella um fólk hava savnindir, ið tey meta Tvøroyrar Skjalasavn skal hava í varðveitslu, eru tey vælkomin at ringja til Kára Jespersen, savnsleiðara á tlf +298 217259 ella senda teldupost til karij@tvoroyri.fo