FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


20-11-2024

FEMJA OG TÓRÐUR VALDU SÆR TVØROYRI – 16 FÓLK FLEIRI Á TVØROYRI

FEMJA OG TÓRÐUR VALDU SÆR TVØROYRI – NÚ ERU 16 FÓLK FLEIRI Á TVØROYRI, ENN FYRI EINUM ÁRI SÍÐAN

Fólkafráflyting og ”Exit-Føroyar” er tað, ið aftur er farið at mynda tíðindaflutningin á miðlunum kring landið. Fleiri velja Føroyar frá, tí m.a. er torført at finna bústað og tað er ov torført at fáa tingini at hanga saman, fíggjarliga.

Í meldrinum av heldur neiligum tíðindum, er tí eisini gott at kunna siga frá onkrum jaligum og á Tvøroyri hava vit fleiri góðar søgur at fortelja.

Ein slík var fyrradagin, tá vit fingu vitjan av Femju og Tórði. Femja Mortensen, ið er úr Trongisvági, flutti einsamøll til Danmarkar í 2017, at nema sær útbúgving sum radiografur. Í Danmark rann saman millum hana og Tórður Hentze, ið er úr Tórshavn og eisini var undir útbúgving sum radiografur.

Nú góð 7 ár eftir at Femja flutti til Danmarkar, flytir ein ung familja við 2 børnum heim aftur til Føroyar og Tvøroyri. Við sær hava Femja og Tórður 3 ára gamla Milas og 1 ára gamla Mateo. Oman á tað heila, ja so vænta tey sær barn nummar 3.

Femja og Tórður hava bæði fingið starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tey eru flutt inn í hús í Trongisvági, eitt hanagleiv frá barnaansingarstovni, skúla og ítróttarhentleikum.

 

VIT SETTU UNGU FAMILJUNI NAKRAR SPURNINGAR

Áhugavert er altíð at hoyra, hvat tað er, ið fær fólk antin til at flyta heim aftur, ella at velja sær Tvøroyri til heimstað.

Vit spurdu Femju, hvussu tað var at koma heimaftur? ” Tað er sera deiligt at vera komin heimaftur til heimbýin. Vit eru vælmóttikin, og tað er sera stuttligt at møta fólki, ið gleðast um, at vit eru flutt heim. Eg havi altíð verið errin yvir at kalla meg Tvørakvinna, tí eg haldi, at tað er nakað serstakt við hesum plássi og fólki, og hevur tað altíð leitt til áhugaverd og stuttlig prát við fólk aðrastaðni frá” segði hon.

”At koma heim aftur til heimbýin, Tvøroyri, ella yvirhøvur heimaftur til Føroyar hevur ikki ligið 100% fast í kortunum. Vit hava verið øðiliga glað fyri at búgva í Keypmannahavn við øllum verðins møguleikum, og við sera nógvum góðum fólkum rundan um okkum, men sjálvandi hevur tað eisini fylt nógv, at familjan hevur mangla í okkara gerandisdegi. Vit eru ikki bangin fyri at royna nýggjan avbjóðingar, og kunnu vera sera spontan, og tí kendist tað eisini natúrligt at byrja uppá eitt nýtt ævintýr, hóast tað kendist tvígilt at flyta frá Keypmannahavn, ið hevur verið mítt heim í 8 ár”, leggur Femja afturat.

”INNAST INNI HEVUR HANN ALTÍÐ HAVT EIN DREYM UM AT GERAST TVØRAMAÐUR”

Tórður er ikki av Tvøroyri og spurd hvussu tað ber til at Femja hevur fingið lokkað ein havnamann at flyta suður, svaraði hon: ” Havnamannin havi eg ikki brúkt nógva orku uppá at lokka heim á Tvøroyri. Eg haldi, at innast inni hevur hann altíð havt ein dreym um at gerast tvøramaður og ikki minst TB’ari. Sjálvt um eg dugi TB sangin úr einum enda og í annan, so er tað havnamaðurin, sum hevur lagt lag á heima á Amager, og lært eldsta sonin, Milas, at syngja TB sangin.”

 

”EG HALDI, AT TVØROYRI HEVUR SERA NÓGV GOTT AT BJÓÐA UPPÁ”

Femja segði eisini, at ” Tað er familjan, ið hevur drigið ein heimaftur til heimbýin, og at vita syninir kunnu veksa trygt upp í hesum fantastiska umhvørvi, sum eg sjálv eri voksin upp í. Eg haldi, at Tvøroyri hevur sera nógv gott at bjóða uppá. Fyri at taka okkurt dømi, hevur býurin ein sera snøggan barnagarð. Vit hava júst verið til byrjunarsamtalu vesturi í barnagarðinum, og vit eru imponeraði yvir bæði stovn og starvsfólk. Elsti sonurin hevur gingið á fínum stovni niðri, men hesin stovnurin í Trongisvági er longdir framman fyri á øllum økjum, og eru vit sera spent til, at báðir syninir nú skulu á stovn í Mýrifípuni. Eisini kann nevnast mentunarhúsið, Salt, har vit longu hava verið til eina fantastiska framførðslu, og í framtíðini heilt sikkurt fara at njóta enn fleiri framførðslur og spennandi tiltøk. Eisini eri eg sera spent til at fylgja við ítróttarvirkseminum í býnum. Serliga hevur TB flogbóltur, sum var mítt annað heim í 14 ár, eitt heilt serligt pláss í mínum hjarta, og gleði eg meg til at syninir nú hava møguleikan at uppliva hvussu fantastikt tað er at vera ein partur av einum felagsskapi, har eldsálir og sjálvboðin fólk leggja nógva orku eftir sær”.

Femja er bjartskygd um framtíðina, og segði at enda, at ”eg eri vís í, at okkara lítla familja fer at trívast sera væl á Tvøroyri, og gleða vit okkum til at geva okkara íkast til hetta spennandi ævintýrið.”

 

Vit spurdu eisini Tórður, hvussu tað bar til at hann er vorðin borgari á Tvøroyri og til tað svaraði hann, at ” eftir 12 ár uttanlanda, 1 ár í Ilulissat og 11 ár í Keypmanmahavn, var tíðin búgvin at flyta heim. Sum havnamaður vildi eg hildi, at Havnin var uppløgd at flyta heim til, men Tvøroyri var eitt lætt val. Suðuroyar sjúkrahús hungraði eftir føstum Radiografum, samstundis sum Omman og Abbon hjá børnunum høvdu tað ovast á ynskilistanum í nógv ár, og serliga nú, tá vit fýra blíva fimm í apríl. Nú, tá eg eri blivin borgari í Tvøroyrar kommuni er kenslan sera góð. Móttøkan frá familju, vinum og kenningum her í býnum er serstøk. Blíðar heilsur, floytan av bilum, vinkandi borgarum, brosandi grannum og samvera saman við teimum nærmastu, ja, alt hettar elvir til eina heilt serliga jaliga rørslu í maganum hjá mær. Upp á stutta tíð føli eg meg sera vælkomnan á Tvøroyri.

”EG HAVI SÆÐ UMSTØÐURNAR Á STOVNINUM HAR SYNIRNIR SKULU GANGA, OG EG ERI BERGTIKIN”

Vit spurdu eisini nýggja tvøramannin, um tað var nakað serligt við býnum hann vildi nevna og hvussu kenslan var, at vera fluttur til Tvøroyrar: ” Eg havi sæð umstøðurnar á stovninum har synirnir skulu ganga, og eg eri bergtikin. Eitt fantastiskt umhvørvið. Innan er stórt, ljóst og nógvir nýggir hentleikar. Blíð og jalig starvsfólk, og samstundis nógvar ábendingar um, at tey eisini eru dugnalig. Tíðin er væl brúkt við skemtileiki í SALT, innandura fótbólt við ungum og gomlum gubbum. Ein tilvitað avgerð er tikin, um ikki at leggja vekt á keðiligt veður og dýrar matvørur. Heldur stóra vekt á alt tað góða rundan um okkum. Tvøroyri sýnist at vera ein opin og glaður býur, sum eg gleði meg at koma kenna enn betur. Í dag føli eg meg sum ein hepnan havnamann á Tvøroyri».

Av sonnum ein sólskinssøga, ið einans er at gleðast um og skal unga familjan vera hjartaliga vælkomin í okkara deiliga bý, við vón um, at hon fellur væl til.

 

Í 2020 skrivaðu vit um eina aðra, unga familju, ið flutti til Tvøroyrar. Tann greinin kann lesast her https://www.tvk.fo/divleita.asp?sid=5317&search=barbara&id=

 

16 FÓLK FLEIRI Á TVØROYRI

Hin 20. november 2023 vóru 1729 fólk búsitandi á Tvøroyri. Í dag eru vit 1745 og svarar hetta til ein fólkavøkstur á 16 borgarar.

Fólkatølini fyri Suðuroynna, soleiðis sum tey dagsaktuelt eru at  síggja síggja annars soleiðis út – fyrra talið er fyri 20. november 2023 og tað seinna er í dag, 20. november 2024:

 

Fámjin             80/81 = +1

Hov                    106/106 = 0

Hvalba             651/640 = -11

Porkeri             321/323 = +2

Sumba            334/336 = +2

Tvøroyri           1729/1745 = +16

Vágur                1371/1339 = -32

 

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn