Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.
Søkjast kann um loyvi í seinasta lagið sunnudagin 15. desember 2024. Kommunuskrivstovan er annars opin gerandisdagar ml. kl. 09:00 og 15:00.
Søkt verður við at fylla út oyðiblað og senda tað við telduposti ella at skriva tað út og lata tað inn í móttøkuna á býráðsskrivstovuni, ella senda tað við telduposti á tvoroyri@tvoroyri.fo .
Oyðublað kann heintast her
Loyvið er galdandi tá ið tilbúgvingarleiðarin hevur sýnað staðið og váttað.
Tá bál verður kynt, er umráðandi: Einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar og ikki at brenna burturkast.
Tá bálið er slóknað, er umráðandi: at rudda upp og at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.