FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


31-12-2024

Nýggjársheilsan


Nú, okur standa á gáttini til eitt nýtt ár, ynskir Tvøroyrar kommuna at bera fram eina hjartans tøkk til allar borgarar og fyritøkur í kommununi fyri tykkara virksemi, engagement og góða samstarv í nú skjótt farna árinum.

2024 hevur givið kommununi stórar møguleikar og sjálvsagt eisini avbjóðingar, og ynskir kommunan at takka øllum borgarum fyri tykkara tolsemi og jaliga lyndi í farna árinum, ið er av alstórum týdningi fyri trivnaðin í kommununi.

Ein serlig tøkk skulu tit mongu hava handan sjálvboðið arbeiði í kommununi. Tykkara luttøka í felagsskapum -ella bert tað at vera virkin partur av gerandislívinum- til frama fyri onnur, hevur sera stórt virði og er mennandi fyri okkum øll.

Eisini ynskir kommunan at takka øllum fyritøkum, sum hava sítt virksemið á Tvøroyri fyri gott samstarv í 2024. Tykkara nýskapan, tykkara arbeiðspláss og tykkara áhaldni er grundarlagið fyri vøkstrinum og framburðinum okkum øllum at frama.

Tvøroyrar kommuna gleðir seg til 2025. Útlitini eru góð, og okur síggja fram til framhaldandi góða samstarvið við vinnuna og borgarar, ið hava valt at búseta seg í Tvøroyrar kommunu.

Við vón um fólkavøkstur og eitt enn sterkari vinnulív á Tvøroyri í 2025, ynskir Tvøroyrar kommuna øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár.

 

Í ítrótti, í skaldskapi og list, málið vera skal Tvøroyri fyrst.

 
*** 
 
Kristin Michelsen

Borgarstjóri

 

Fróði Mortensen

Kommunustjóri





, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn