FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


28-01-2025

FERÐSLUVIÐURSKIFTINI Í MIÐBÝNUM

Vegna arbeiði í sambandi við dagføringar og fríðkan á parkeringsøkinum, verða fólk biðin um ikki at parkera bilin á parkeringsplássinum millum Betri banka og Strandferðsluna frá ónsdegnum 29. januar.

Parkeringsplássið fer at vera stongt av í eitt longri tíðarskeið, ímeðan arbeiðið fer fram, og tí verða fólk vinarliga biðin um at finna sær onnur støð at seta bilin í hesum tíðarskeiðnum.

Arbeiðið fer vónandi ikki at tarna ferðsluni í økinum í alt ov stóran mun, men verða fólk tó biðin um at vera ansin í ferðsluni í hesum økinum.

Atgongdin til gongubreytina framvið parkeringsøkinum verður eisini stongd av. Víst verður tí til gongubreytina á ovaru síðu.

 

Tekniska deild

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn