UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
06-11-2012

Starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðrað

Felagsmynd
Mánakvøldið 5. november kl. 17:00 vórðu ikki minni enn 34 starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðrað í forhøllini í Trongisvágs skúla. Hetta vóru starvsfólk, sum til samans hava starvast hjá kommununi í 840 ár, ella í miðal næstan 25 ár.

Væl oman fyri 100 fólk vóru hjástødd, tá  øll starvsfólk, sum hava verið í starvi í meiri 15 ár, vórðu heiðrað við blómutyssi og pengagávu.

Í september samtykti býráðið eina broyting í starvsfólkaskipanini, sum m.a. hevur við sær, at merkisdagar hjá starvsfólkum framyvir skulu hátíðarhaldast. Tað var samstundis gjørt av, at samla øll, sum ongantíð áður hava fingið viðurkenning.

Í framtíðini fáa starvsfólk viðurkenning tá tey hava verið í starvi í 15 ár, og síðani 5. hvørt ár.  

7 núverandi sløkkiliðsmenn hava havt tilknýti til Tvøroyrar Sløkkilið í meiri enn 30 ár.

Tað starvsfólkið í dagligum starvi sum hevur starvast longst hjá Tvøroyrar Kommunu, er Naia Mortensen í Barnatannarøktini, sum hevur verið í starvi í 37 ár.

Sí listan yvir øll tey sum vórðu heiðrað 5. november: Yvirlit (PDF)

Her eru myndir frá tiltakinum: Starvsfólk heiðrað - myndaalbum




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo