24-06-2016
Mentanarnáttin 2016:
Á mentanarnáttini verður Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn opið frá kl. 17.00-22.00, har møguleiki verður fyri at vitja savnið og síggja áhughaverdu lutirnir, ið savnið hevur í varðveitslu.
Eisini verður MC-tiltak á parkeringsøkinum vestanfyri Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn. Tey luttakandi vera úr allari oynni, og tiltakið er frá kl. 19.00-21.00.
Lestrarvognurin hjá Jehova Vitnum er opin í miðbýnum við ókeypis bíbliulesnaði, har umboð frá Jehova Vitnum luttaka og svara møguligum spurningum. Hetta er frá kl. 18.00-20.00.
Dansistovugaman luttekur eisini á mentanarnáttini. Tey fara at hava dansiframsýning í miðbýnum frá kl. 22.00-22.30.