UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-11-2016

Valdagur í Tvøroyrar Skúla

Í dag var Tvøroyrar Kommuna enn einaferð og vitjaði Tvøroyrar Skúla, ið av sonnum má sigast at vera ein livandi skúli, við hugfangaðum næmingum og lærarum. Tvøroyrar kommuna v/Kristin Magnussen, skrivstovukvinnu og Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra, høvdu frá morgunstundini framløgu fyri framhaldsdeildini um kommunuvalið 2016.

Evnið í framhaldsdeildini í dag, var kommunuvalið 2016, ið sum kunnugt er farið av bakkastokki henda morgun. Tey trý, Ale...xandra, Dávid og Jón, ið undirvísa í framhaldsdeildini, høvdu saman við næmingunum úr 8-10 flokki, boðið einum umboði av hvørjum uppstillaðum lista til kommunuvalið, til at hitta næmingar og lærarar.

Komin inn í hølið sást, at tey ungu sótu ikki bara og hugdu gjøgnum vindeygað – nei, tey vístu veruligan áhuga. Tey vóru fyrireikaði og settu viðkomandi spurningar, so valevnini veruliga fingið seg roynd. Sum vaksin er tað sera stuttligt at síggja, at vit eiga ein ungdóm, ið hevur áhuga fyri, hvat rørir seg í lokalsamfelagnum. Millum spurningarnar tey ungu settu, var hvussu valevnini fyrihildu seg til kommunusamanlegging, uppraðfesting av kappróðrinum og filmleikinum og um hvørjar hugsjónir hesi høvdu um skúlan, sum umboð fyri teirra lista. Velevnini vístu eins stóran áhuga í degnum, sum tey ungu.

Dávid Jacobsen sigur, at nú valdagur er, var tað upplagt at hugsavna seg um hetta og finna útav, hvat tey ungu vistu um tað at velja. Hann sigur, at hann er bilsin av at síggja, hvussu nógv næmingarnir í veruleikanum vita um henda hornasteinin í demokratinum. “Tey vita nógv meir enn vit kunnu ímynda okkum”, sigur hann. Lærararnir hava annars sett næmingarnar at arbeiða við hugtøkunum “demokrati” og “vælferðarsamfelagið”. Næmingarnir hava havt ymiskt á skránni um hetta í lørugreini “Søga og samtíð” og tí varð dagurin nýttur til at savna upp uppá hetta.

Undirtøkan til átakið var heilt góð. Næmingarnir liva seg ordiliga inn í evnið og ganga høgt uppí tað. Sum ein hóskandi endi á dagin, varð skipað fyri einum vali, har næmingarnir kundu velja ein av uppstillaðu listunum í ár. Úrslitið av hesum, hevur skúlin lovað at senda okkum og fara vit at almannakunngera hetta í morgin.

Vit vóru eisini eitt rend framvið valhølunum í Trongisvági og eisini her var skúlin sjónligur. Turið Vestergaard í Dali var á vitjan saman við 6. Flokki í Tvøroyrar Skúla. Tá kommunan var framvið, greiddi Johan Joensen, formaður í valstýrinum og fyrrv. skúlastjóri, frá, hvussu valið til skúlastýrið var skipað.

Ein spennandi dagur fyri borgararnar í Tvøroyrar Kommunu og, takkað verið lærarunum, ein spennandi dagur fyri næmingarnar. Hesir hava ikki valrætt nú, men hvør veit, um ikki ein komandi býráðslimur fer at finnast millum hesi seinni.

-------------------
Úrslitið av valinum í skúlanum hava vit nú her:
Tølini og teksturin í gásareygum, er læntur frá heimasíðuni hjá Tvøroyrar Skúla, www.tvoroyrarskuli.fo ."Tá næmingarnir høvdu valt, var spenningurin sera stórur um, hvør gjørdist vinnari av valinum, um næmingarnir í framhaldsdeildini høvdu atkvøðurætt. Úrslitið gjørdist hetta":
Listi C: 13 atkvøður
Listi G: 4 atkvøður
Listi K: 33 atkvøður
"Úrslitið av veljarakanningini var ikki minni spennandi og eftirfarandi." Úrslitið gjørdist hetta:
Listi C: 42 %
Listi G: 16 %
Listi K: 42 %
 
 
 ----------------

Tvøroyrar Kommuna takkar fyri enn eina áhugaverda vitjan í skúlanum og er altíð fús til eina vitjan, tá okkurt áhugavert er á skránni.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo