Tvøroyrar Kommuna hevur fyrstu ellivu mánaðirnar í ár, havt ein skattavøkstur uppá 1,95%. Fyri november mánaða er tað tó merkisvert, at einasta kommunan við størri skattainntøkum enn sama mánaða í 2015, er Tvøroyrar Kommuna, meðan allar aðrar kommunur í oynni hava afturgongd. Tvøroyrar Kommuna hevur ein vøkstur áljóðandi 6,71% fyri november 2016 í mun til november 2015 og svarar hetta til eina meirinntøku á 335.926 kr.