UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-12-2016

Tiltakið til heiðurs fyri Rasmus Effersøe

Væl eydnað hátíðarhald fyri Rasmus Effersøe
 
Fríggjakvøldið 16. Desember, fór tiltakið til heiðurs fyri Rasmus Effersøe, av bakkastokki.
 
Kl. 18:00 vóru uml. 40 fólk komin saman til gongutúr í økinum, har Rasmus sleit barnaskógvarnar. Viberg Sørensen var frásøgumaður og kom hann framúr væl frá uppgávuni. Hann greiddi hegnisliga frá um Rasmus og fortaldi eisini forvitnisligar søgur um, hvussu Trongisvágur sá út á Rasmusar døgum. Gongutúrurin endaði í hugnaliga Naddoddaneystinum.
 
Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe bjóðaðu eina inniliga tulking av lagnum hjá Rasmus, Vesturætt – betur kendur sum ”úr øllum ættum koma vindar”. Tað var ein fragd at hoyra hesar evnaríku tónleikararnir og rúnarbundu teir veruliga áhoyrararnir hesa løtuna.
 
Navnframi rithøvundurin Hanus Kamban tók síðan yvir við einum væl fyrireikaðum fyrilestri um Rasmus Effersøe. Hanus hevur sum fáur, evnini til at fanga áhoyraran við rødd síni. Væl leiddi hann okkum runt í lívi Rasmusar í Keypmannahavn á yngri døgum og seinni í Havn. Vit hava fingið loyvi til at endurgeva handritið, ið Hanus nýtti til fyrilesturin og kemur tað í endanum á hesi grein. Ein sera góður og gevandi dagur fyri tey, ið valdu at vera við. Tað er gott at síggja at tiltøkini kommunan skipar fyri, verða so væl vitjaði.
 
Tvøroyrar Kommuna takkar hjartaliga teimum, ið luttóku í tiltakinum.
 
 
Handrit eftir Hanusi Kamban:
RASMUS EFFERSØE
 
Rasmus Christoffer Effersøe varð borin í heim í Trongisvági tann 30. mai 1857. Mamma hansara var Kathrina Elisabeth Helena Müller, dóttir sýslumannin Rasmus Müller í Havn. Pápin var Gudmund Effersøe, frá 1851 sýslumaður í Suðuroy.[i] Hann hevði búð í Hvalba, men flutti nakað seinni og bygdi í 1854 hús í Heiðunum.[ii] Hesin Gudmund var sonur Jón Gudmundsson Effersøe, sum var íslendingur og ættaður av oynni Ørfarsey nærhendis Reykjavík.[iii] Ein farri av bragdarhugi og lærdómi tykist eyðkenna ættina. Jón, abbin, var eitt skifti við í uppreistrinum hjá Jørundi Hundadagakongi í Íslandi í 1809.
 
Hann flutti seinni til Føroya og giftist við eini bóndadóttur av Heygum í Vestmanna.[iv] Farbróðir Rasmusar, Oliver Petræus Effersøe, seinni lærari í Realskúlanum í Havn, var við í bardaganum í 1864 millum Danmark øðrumegin og Preussen og Eysturríki hinumegin. Hann varð særdur, fekk heiðursmerki fyri síni avrik og var haltur restina av lívinum.[v] Tá ið Rasmus varð føddur, stóðu bæði Føroyar og bygdirnar her við Trongisvágsfjørð á gáttini til eina nýggja framburðar- og frælsistíð.
 
Tjúgu ár frammanundan, tá ið úthandil varð settur á stovn við Tvørá, miðskeiðis millum Heiðarnar og Froðba, varð Tvøroyri til sum bygd.[vi] Í 1856, árið fyri at Rasmus varð føddur, fingu Føroyar eina liberalistiska búskaparskipan, og sama ár keypti suðurjútin Thomas Frederik Thomsen hús og ognir hjá úthandlinum á Tvøroyri. Tvey ár seinni bygdi Johan Mortensen, bóndasonur úr Ørðavík, handilsbygningar, pakkhús og bryggju longur eysturi.[vii] Og soleiðis vuksu á hesum natúrvakra og høgliga stað tvey rættilig handilsríkir fram.
 
Menningin í Føroyum hevði við sær, at brúk var fyri einum skúla, sum kundi taka arvin upp eftir tann gamla latínskúlan og fyrireika næmingar at fara á útlendskar, einamest danskar, studentaskúlar og aðrar hægri útbúgvingarstovnar. Sostatt varð Realskúlin settur á stovn og fór at virka frá 1861.[viii] Tíggju ára gamal fór Rasmus Effersøe til Havnar at ganga í realskúla, og har gekk hann til 1872.[ix] Hugurin stóð til landbúnað, og Rasmus ognaði sær tey komandi fimm árini praktiska útbúgving, fyrst á einum garði í Danmark og seinni í Skotlandi, har hann lærdi seyðabrúk.
 
Afturkomin til Danmarkar fór hann at ganga á Búnaðarskúlanum, har hann fekk ástøðiliga útbúgving og tók prógv í apríl 1879.[x] Tey komandi fimm árini – 1879-84 – stýrdi Rasmus ymiskum gørðum í Svøríki. Frá hesi tíð er ein av hansara vakrastu sangum, sum hann rópar “Vesturætt”, kendur sum “Úr øllum ættum koma vindar”. Tað er mær ikki greitt, hvussu hesin sangur varð til, men tað er hugsandi, at Rasmus í Svøríki hevur hoyrt tann svenska sangin “Till Österland vill jag fara”, sum er yrktur til eitt undurvakurt fólkalag. Í yrkingini hjá Rasmusi fáa Føroyar plássið hjá Eysturlondum (t.e. Heilaga Landinum), og vesturættin ber honum angan av Føroya fjøllum og sjógvi. Í yrkingini bera orð sum “mjúkur”, “sveima” og “svalir” í sær eitt kensl av lekidómi: Kom, sveima, mjúki vestanvindur, út yvir akrar, gjøgnum skógv! Tú svalir hjarta mítt eitt sindur, tú minnir meg á bláan sjógv.
 
Rasmus flutti aftur til Føroya, og frá 1889 og til nakað áðrenn hann andaðist var hann landbúnaðarráðgevi í Føroyum. Tað er tó ikki hetta, vit í dag minnast Rasmus fyri, tí hansara týdningur fyri sítt land er fyrst og fremst av tjóðskaparligum og málsligum slag. Árini frá 1876, tá ið føroyskir lesandi árliga hittust á føstugangsveitslu á Regensen (sum føringar róptu “á Garði) í Keypmannahavn, varð grundin løgd til “tað føroyska húsið”, t.e. til eitt nýtt føroyskt medvit, sum setti egið mál og egna mentan umframt sjálvbjargni í hásætið.[xi] Hetta “húsið” hava vit síðani víðkað og fríðkað um, og tað er tí, vit í dag hava føroyskar bókmentir, føroyskt útvarp og sjónvarp og føroysk bløð, og tað er tí tað føroyska málið í dag ljóðar í okkara kirkjum og samkomuhúsum.
 
Til samkomurnar á Garði yrkti Rasmus nakrar sangir, sum framvegis eru at hoyra, tá ið vertskapur er - brúdleyp, føðingardagur ella veitsla - m.a. “Føroyingar, sum her nú koma saman” og “So vakrar moyggjar og knappar menn”.[xii] Rasmus Effersøe tók við sum blaðstjóri á Dimmalætting og var millum teirra, sum í lýsing tann 22. desember 1888 buðu inni til fund í tinghúsinum annan jóladag hetta árið um at “verja Førja mál og Førja siðir”. Við hesi hending varð tann tjóðskaparliga rørslan borin heim til Føroya, og úr henni vaks seinni føroyskur politikkur fram. Føringafelag varð stovnað, og felagsins blað – Føringatíðindi – kom út á fyrsta sinni í januar 1890 við Rasmusi Effersøe sum blaðstjóra.
 
Um vit nú spyrja, hvat Rasmus – meira neyvt orðað – hevur avrikað, so er hann íbirtari á trimum økjum, (1) sum yrkjari, (2) sum sjónleikahøvundur og (3) sum málsligur undangongumaður. Tær fyrstu yrkingarnar eftir Rasmus eru sangir, har hann lýsir sín tokka til sítt land og sítt fólk, til landsins søgu og siðir, til landsins mál og kost, til sítt heim og sína móður. Høvuðstankin er, at hann er góður við sítt føðiland, ikki tí tað er stórt, men tí tað er hansara. Hann tekur tað at sær, eisini um har stundum tykist grátt, og um har er brim, regn og harðbalið. Tey virðir, hann tekur fram, eru dirvi, trúfesti, orðhaldni og gestablídni. Yrkingin ”Førings” merki” er dømi um, at Rasmus eisini fegnast um vinnuligan framburð, tí Føringur – sum fyritøkan Johan Mortensens Eftf. keypti í 1889 til at flyta fisk til londini við Miðalhavið og salt heim aftur til Føroya[xiii] – var Føroya fyrsta farmaeimskip: Við seglum og árum á heystum og várum vit royndu fyrst; tó “Føringur” sterki er fremstur í verki at renna dyst. Væl guvukraftin teg føri í havn, so væl tú ferðast til Føroya gagn.
 
Sum skald er Rasmus vanliga ikki nýskapandi, men tekur sítt orðatilfar úr fólksins máli. Eitt undantak er yrkingin “Fjallprúða heim”, har yrkjarin brúkar um tíggju, fyri ein part nýskapt, samansett lýsingarorð og sigur um sítt land, at tað er “fjallprútt, fornfrítt, nónskýmt, havgyrt, brimbart og fongríkt”. Rasmusar mest framskygdu og hvassastu yrking – “Fast stóð í fonnum” – fari eg at nema við seinni. Rasmus Effersøe skrivaði tríggjar sjónleikir, “Magnus”, “Best man vera sum er” og “Gunnar Havreki”, og hann umsetti ein leik eftir danska prestin og rithøvundin J.C. Hostrup, hann fekk navnið “Hjá Dalabóndum”. Tá ið “Gunnar Havreki” er undantikin, eru hetta sangleikir við romantiskum dámi, við orðingum uppií, sum eru læntar frá Lucas Debes ella Ludvig Holberg, og við meira enn einum farra av fólksligum, stundum komersutum, skemti.[xiv] Sjónleikaskriving er sera krevjandi list.
 
Í Rasmusar leikum finna vit ikki tað dramatiska kynstur og ta dýpd í medviti, samfelags- og sálarlýsing, sum eitt nú Henrik Ibsen ella August Strindberg umboðaðu um somu tíð. Ikki so løgið, tí modernað europeisk siðmenning var um hetta mundið neyvan komin til Føroya. Men fyri eldhugan í føringafelagstíðini høvdu hesir leikir ómissandi virði. Fyri seg stendur tann heilt stutti “Gunnar Havreki”, ein sera dapur leikur, um hvussu drykkjuskapur í tíðini undan 1900 kundi kosta bátsmanningum lívið og um sanndreym í sambandi við eina vanlukku.[xv] Mest virði í hesum leikum hava kanska innlagdir sangir sum “Mangar kvinnur í huganum stirdar” ella “Eg gleddist við smálomb og blómur í líð”. Lagið til henda seinna gjørdi ein tvøramaður, Jógvan Nolsøe, róptur Jógvan á Posthúsinum.
 
Rasmus var ógiftur, men kærleikin er eitt høvuðsevni í hansara sjónleikum. Í sínum bestu árum var Rasmus Effersøe Føroya virknasti blaðstjóri. Hann stjórnaði Dimmalætting árini 1886-89 og 1902-05 og fráhaldsblaðnum Dúgvuni árini 1900-14.[xvi] Mest týdning hevði tað, at hann var blaðstjóri á Føroya fyrsta føroyskmælta blað – Føringatíðindum – árini 1890-1901. Um hetta kunnu vit siga, at Rasmus (um Jóannnes Patursson er undantikin) meira enn nakar annar skapti eitt føroyskt blaðmál, og brúka vit eitt bílæti, so ber til at siga, at Rasmus í tíggjuárunum fyri 1900 plantaði eitt træ, at træið vaks og breiddi sínar greinar út, og at seinni sóust millum hesar greinar, sveiggjandi í 20. aldar vindi, onnur bløð sum Tingakrossur (tey seinnu árini), Sosialurin, Dagblaðið, 14. September, Tíðindablaðið, Føroyatíðindi og Norðlýsi.
 
Rasmus hugsaði sjálvstøðugt og var framburðarmaður. Tað var hann, sum longu í 1890 í eini grein skapti tiltakið “Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið”.[xvii] Í grein frá 1897 ber hann fram hugskotið at stovna ein hægri skúla í Føroyum.[xviii] Systursonur hansara Edward Mortensen (Mitens) tók sama hugskot fram í 1918, og 19 ár seinni fór Preliminer- og Studentaskeið Føroya Løgtings at virka. Vit kunnu tí siga, at umframt skúlarnar á Kambsdali og í Hovi er Glasir, sum nú stendur í gerð í Havnar vesturbýi, ið hvussu er lutvíst ein frukt av Rasmusar grein “Latínskúli í Havn” frá 5. august 1897.
 
Sum blaðmaður skrivaði Rasmus eitt greidligt, óuppgjørt og lætt føroyskt mál, hann lúkaði illgresi burtur úr málinum, men gjørdi ikki tað mistak, sum mangur rættlesari ger í dag, at lúka og rætta so nógv, at málið stirðnar og doyr. Hjá honum “hastar” áin oman gjøgnum gil, hjá honum kann bylgjan ungar piltar væl “upplíva”, hjá honum er summarið “herligt”, hjá honum “herskar” stormurin við veldi, og hjá honum søkkur sólin “strálandi” í kav. Samanumtikið handfór hann sítt móðurmál á sjáldsama musikalskan hátt. Chr. Matras sigur um hetta, at í hansara máli har er av sonnum stílur, sum lýsir mannin, stillfør kæti og væl krógvað, men ikki altíð meinaleyst spei.[xix]
 
Árini 1888 til 1901 varð eitt blómandi umhvørvi til í Havn, og helst er tað so, at alt andaligt og mentanarligt virki seinni her heima sprettur úr hesum umhvørvi. Í hesum nýlendi komu sangirnir, sjónleikirnir og blaðskrivingin hjá Ramusi Effersøe at rúgva mest upp sum íkastið hjá einum einstøkum persóni. Men sum so ofta hjá okkum føringum kom klandur í, fyrst tað út av lagi beiska stríðið um stavsetingina og síðani tvídrátturin um Føroya framtíð og har serliga um okkara viðurskifti við Danmark.
 
Rasmus umboðaði sum heild eina hóvligari kós enn Jóannes Patursson og var samstundis við sínum serliga lyndi sum menniskja savnandi. Søgufrøðingurin Jørgen-Frantz Jacobsen sigur um hetta: Høvuðsmiðdepilin í hesum føroyska umhvørvi var Rasmus Christoffer Effersøe (1857-1916). Eftirtíðin fer helst at hámeta hann sum ta mest týðandi og vakrastu persónsmenskuna í Føroya tjóðskaparligu søgu. Við sínum ljósa humana sinni, sínum sjáldsama, stillføra innankæti og sínum sermerkta speiska formi var hann sálin í allari rørsluni. Ongin dugdi sum hann um somu tíð at halda fast um tað føroyska og tað fólksliga. Hugni og stuttleiki vóru rundan um hann. Óuppgjørdur og púrasta ósjálvsøkin sum hann var var hann eisini ein veruligur fólksins vinur.[xx]
 
Sína hugsan um langskygda strategi í politiskum virki lýsti Rasmus Effersøe í yrkingini, hann rópar “Fára siður – Føroya siður Træla siður – Manna siður”. Yrkingin, sum kom á prent í Føringatíðindum tann 15. apríl 1897, er ein viðmerking til hendingar og persónar í samtíðini, men sjálvandi ber eisini til at geva henni breiðari merking. Triðja ørindi ljóðar soleiðis: Mangir av monnum sum fjalladalsfylgið líta á stórdýr so prúð og so klók, enda sum tað undir brimsøltu bylgju; hava ei tol til at svølta á rók. Summi tey durva og falla í fátt millum tey stóru og ríku í gørðum, hugsa sum hini, ið stórt og ið smátt síggja við eygum frá øðrum.
 
Rasmus Effersøe andaðist í Havn tann 23. mars 1916. Í sínum lívi hevði hann stundum verið illa plágaður av astma og bróstsjúku. At hann “næstan deyðasjúkur” kundi fara upp og út at kasta nót, og at hann stundum sum búnaðarráðgevi tuskaðist um oyggjarnar “í kulda og regni”[xxi], bøtti neyvan um hansara heilsustøðu. Tá ið hann andaðist, hevði hann í eitt langt tíðarskeið verið innlagdur á sanatoriideildini í Hoydølum.
 
Hesi seinnu árini høvdu ið hvussu er tvey bráðskifti verið í føroyskum politikki, sum Rasmusar slekt var beinleiðis vavd uppí, í fyrsta lagi tað, at yngri beiggi hansara, Oliver Effersøe, á fólkatingsvali í juni 1906 feldi Jóannes Patursson, og í øðrum lagi tað at systursonur hansara, Edward Mortensen (Mitens), tann 12. mai 1915, somuleiðis á einum vali til ríkisdagin, vann á sambandsmanninum Andreasi Samuelsen.
 
Í sambandi við valið 1906 verður sagt, at Rasmus, hóast hann var sjálvstýrismaður, ikki vildi “stíga fram móti bróður sínum”, sum var við til at stovna sambandsflokkin. Rasmus varð tí útkoyrdur úr Framburðsfelagnum, og hetta, sigur Rikard Long, “særdi hann djúpt”.[xxii] Kanska var tað ikki minni svárt hjá honum at uppliva, at tann yngri beiggin og flokkur hansara um hetta mundið umboðaðu eina kós, sum gekk beint ímóti Rasmusar upprunaligu sjónarmiðum: at føroyska málið átti at fáa heiðurssessin í kirkju og skúla.
 
Tá ið Rasmus andaðist, hevði havnarmaðurin og yrkjarin Hans Andrias Djurhuus tikið við starvi sum yvirlærari á Tvøroyri og røkt hetta starv í stívliga tríggjar vikur. Hann setti Rasmusi eitt minni við søguni “Húsið við teimum stóru vindeygunum”. Í hesi søgu, sum er eitt ævintýr, er barnaheimið hjá Rasmusi í Heiðunum miðdepil, og skaldið letur her ánna, fuglarnar, trøini og vindeyguni samrøða um tann farna og soleiðis greiða frá Rasmusar søgu, barndómi, manndómi, sigrum, mótgangi, sjúku og deyða.[xxiii]
 
Um hansara avrik í bestu árum letur Hans Andrias ánna siga: Meg minnist ein heystardag, hann kom gangandi niðan móti húsunum her, lættliga gekk hann, vakur var hann, tað var vón í hvørjum fótafari. Hann hevði verið í Havn, og har hevði hann fingið íbirt eitt felag, sum skuldi røkja og nøra um tær ognir, fólkið átti. Hann kom uttar í durin, har sum eg rann, og hevði runnið mong harrans ár ... “Eydnan er við mær, verk mítt fer at eydnast,” segði hann. “Hoyrir tú tað lítli áarløkur, ið kemur innast inni úr sjálvum fjalsins hjarta, nú fara ljósari og betri tíðir at koma fyri land og fólk.” Jú, eg hoyri og eg gleðist, segði eg, og mest gleðist eg yvir, at tað gongst tær eftir vild. Eg veit ikki, um hann skilti mína talu, men eitt gjørdi hann, hann tók eitt ílat niður í meg og drakk av vatni mínum. Aldri havi eg lagt størri megi í drykk mín enn tá; tí eg vildi gera hann so sterkan, at einki skuldi kunna standa ímóti honum; hann drakk, drakk seg ótystan. “Einki er móti kelduvatni,” segði hann.
 
Í 1933 varð standmynd av Rasmusi sett upp á Tinghúsvøllinum í Havn. Henda høggmynd, sum danski myndahøggarin Anne Marie (Carl) Nielsen hevði gjørt, stendur enn undir Tinghúsinum sum minni um ein suðring, sum hevði savnandi týdning fyri allar Føroyar.
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo