UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
27-12-2016

"Áðrenn Jobmatch" í býráðssalinum

"Aðrenn-Jobmatch" í býráðssalinum.
Í morgin, ónsdagin 28. desember, fer forkunnugt, alment tiltak av bakkastokki í býráðssalinum, tá Tvøroyrar Kommuna skipar fyri sonevndum "áðrenn Jobmatch"-degi. Tvøroyrar Kommuna luttekur á Jobmatch í Norðurlandahúsinum 29. desember, men av tí at okkara útisetar eru í einari serstøðu, hvørjum landafrøði viðvíkur, so hava vit valt at hava eitt eyka tiltak her á staðnum. Nógvir útisetar eru bert heima fáir dagar millum jól og nýggjár og tí kann væntast at fleiri ikki fara norður til tiltakið. Vit vilja fegin hava orð á hesi, áðrenn tey fara av landinum aftur, tí vit ynskja veruliga at tey koma heimaftur eftir lokna útbúgving. 
Á degnum fer at bera til at heilsa uppá ymisk umboð fyri vinnuna á staðnum og annars fáa eitt prát við umsitingina hjá Tvøroyrar Kommunu, um hvørji tilboð býurin hevur at bjóða og hvussu vit kunnu hjálpa til, um onkur ynskir at flyta heimaftur. Tiltakið er tó ikki einans fyri útisetar, øll, ið hava áhuga, eru hjartaliga vælkomin.
Tiltakið verður frá kl. 14:00 - 16:00. Røða, tónleikur við Eyðun Ásason og okkurt ábit er á skránni.
(mynd: Reidar Simonsen) 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo