UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
26-01-2017

Mentanarvirðisløn Landsins á Seglloftinum

Mentanarvirðisløn Landsins handað á Seglloftinum

Sannur hátíðardámur var á Tvøroyri í gjár, tí Mentamálaráðið hevði valt sær hugnaliga Seglloftið sum karm um handanina av Mentanarvirðirløn Landsins, Heiðursgávu Landsins og Virðisløn til ungt listarfólk.

Fylgið frá Mentamálaráðnum var á Krambatanga kl 15:00 og hevði Tvøroyrar Kommuna tá skipað fyri flutningi yvir til stásiligu saltsiluna á Drelnesi. Tað var týðiligt, at gestirnir vóru ovfarnir av bygninginum. Ólavur Rasmussen greiddi hegnisliga frá um ætlanirnar við bygninginum. Millum annað segði Ólavur, at tey ætla at saltsilan skal vera ein livandi bygningur, ið er opin hvønn dag í vikuni. Hann greiddi eisini frá søguni hjá siluni og vísti annars runt í bygninginum – millum annað aftanfyri akustiska veggin, ið er undir uppbygnaði í løtuni. Aftanfyri her eru 4 hæddir við rúmum, ið ætlanin er at nýta til ymiskt skapandi virksemi. Tvøroyrar Hornorkestur spældi nøkur løg og eisini fingu vit eitt vakurt lag frá dugnaliga parinum Tróndi Enni og Lív Næs. Tað ljóðaði sera væl hesa løtuna.

Eftir vitjanina á Drelnesi bjóðaði Tvøroyrar Kommuna til ábit í Kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Varaborgarstjórin Anita Vibergsdóttir og landstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, søgdu nøkur orð, áðrenn leiðin gekk út á Seglloftið.

Hølini egna seg sera væl til tílík endamál. Við sínu hugnaligu atmosferu og ríku søgu, kennir ein seg altíð væl á Seglloftinum. Kringvarpið sendi beinleiðis og tiltakið eydnaðist sera væl.

Vit hava tikið nakrar myndir gjøgnum dagin, ið vit hava viðfest greinini.

Til ber at lesa meir um heiðurslønirnar her:

Virðisløn til ungt listarfólk – Anna Malan Jógvansdóttir

http://www.mmr.fo/kunning/tidindi/virdislon-til-ungt-listafolk-anna-malan-jogvansdottir/

Heiðursgáva Landsins – Steinprent

http://www.mmr.fo/kunning/tidindi/heidursgava-landsins-2016-steinprent/

Mentanarvirðisløn Landsins – Rúni Brattaberg

http://www.mmr.fo/kunning/tidindi/mentanarvirdislon-landsins-2016-runi-brattaberg/

Myndir: Bjarni Nygaard

NB! Fleiri myndir síggjast á síðu kommununar á Facebook. 
  



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo